Welcome to Scribd, the world's digital library. Read, publish, and share books and documents. See more
Download
Standard view
Full view
of .
Save to My Library
Look up keyword
Like this
1Activity
0 of .
Results for:
No results containing your search query
P. 1
Serblað um AME Føroyar

Serblað um AME Føroyar

Ratings: (0)|Views: 53 |Likes:
Published by Niels Uni Dam
Planetblað gjørt í sambandi við at Atlantic Music Even var í Føroyum í apríl 2007
Planetblað gjørt í sambandi við at Atlantic Music Even var í Føroyum í apríl 2007

More info:

Published by: Niels Uni Dam on Nov 25, 2012
Copyright:Attribution Non-commercial

Availability:

Read on Scribd mobile: iPhone, iPad and Android.
download as PDF, TXT or read online from Scribd
See more
See less

03/25/2014

pdf

text

original

 
 S e r l i g A M e - P lA n e t
evør í Føroyum
 
vð ýjum bók o far
SKAPI¡FRAMTÓ¡INASAMANVI¡OKKUM
    P    E     T    U    R         P    E     T    U    R    s                              
3TOVNI¡&LAGSINTERNETØKEYPISÉ
WWWTELEFO
ELLASENDEINI3-3BO¡TILVI¡TEKSTINUM
mAGS
UMFRAMT
SNI¡NUMMAR 
ÉFARTELEFONINIDMImAGS
 
NR. 68 · 11. apríl 2007
 
Tónleikaídnaðurin uttan-lands verður sera vælumboðaður á Atlantic Music Event Føroyar. Miðlar úr fimm londum,festivalar, plátufeløgog tónleikaumboð komafyri at uppliva tað besta innan føroyskanog nýggjan norðurlendsk-an tónleik.
ame.fo
Niels Uni Damnielsuni@sosialurin.fo
Fyriskipararnir av AME-Føroyarhava skapt eitt áhugavert konsept,somikið áhugavert at ikki færrienn 20 útlendskir gestir hava boðfrá, at tey koma til roy-ar komandi vikuskiftið. Her erfyrst og fremst talan um gestirúr tónleikaídnaðinum í hinum  Norðurlondunum. Men eisini nakrirgestir úr Bretlandi. Serligavæl umboðað verður Danmark. Plá-tufelagsstjórin Jens Ove Friishevur longu víst áhuga í, atgeva okkurt lag, ið kom inn ísangskrivarakappingini hjá AME, útí Danmark. Jelling Festivalurin og Nibefestivalurin hava boðað f,at tey ætla sær at bjóða bólkum at luttaka á teirra festivalum.Umframt at hvørki hinirfestivalarnir ella plátufeløgini,ið eru umboðaði koma til Føroyarfyri stuttleikar. Her eru stórir møguleikar hjá tónleikavinum í Føroyum at gera vart við seg.Fyri at geva føroyskum tónleikarum  møguleika at koma í samband vútlendsku gestirnar, er HotelFøroyar fríggjadagin seinnapartkl. 15.00 karmur um tiltakið Hitt& Hoyr.Tiltakið vendir sær til føroys-kar tónleikarar og tey, ið annarsstarvast innan tónleikavinnuna, ogverður skipað sum ein inngangurtil AME, har høvið er at hittastundir hugnaligum og óhátíðarligum umstøðum. Á tiltakinum luttakafleiri av teim útlendsku umboðunum fyri tónleikavinnuna, ið eru kominhigar at kunna seg um føroysku ognorðurlendsku bólkarnar á AME. Nøkur av útlendsku tónleikaum- boðunum fara at greiða frá teirratónleikavirksemi og annars svarateimum spurningum, sum høviverður at seta.Tá Atlantic Music Eventverður í Norðurlandahúsin-um um vikuskiftið, so ertalan um ein glugga, har ætlanin er at sýna norður-lendskan tónleik fram. Ætlanin við AME ergreið. Fokus skal setastá føoyskan tónleik ognorðurlendskan tónleiksum heild. Tiltakið hevurverið í Reykjavík, nú ertúrurin komin til Føroyaog ætlandi verður fariðá Vega í Keypmannahavneisini. Ætlanin er at skipa kon-sertir á høgum støði viðnorðurlendskum nøvnum. Og AME skal verða ein gluggi,har hesi nøvn sýna fram sínar dygdir og onnurkunnu so hyggja og lurtaog meta um. Norðurlandahús, Tutl, Menningarstovan og fleiriskipa fyri.Tiltakið er ein víðari menning av Prix Føroyarkappingunum. Prix Føroyarskapti veruliga ein pallhjá føroyskum tónleika- bólkum, har høvi var atspæla fyri føroyingum ogtey bestu sluppu at roynaseg frammanfyri útlendsk-um dómarum og tónleika-fyriskiparum.Eisini vóru kappingarnar beinleiðis orsøk til, atnógvir bólkar funnu sam-an og at nógvur nýggjurføroyskur tónleikur varðskaptur. Í ár er einkiPrix Føroyar, men við124 innkomnum uppskotum ísangskrivarakappingini, ið AME skipaði fyri herfryi,er avloysarin fyri PrixFøroyar, sum mentanarligíblásturskelda, funnin.Tíðin krevur sítt. Tíð-in er nú komin at bjó-ða teim bestu at vísasínar dygdir. Ikki atkappast, men at sleppaí sýnisgluggan at vísa,hvat tey duga. Gluggin eropin, eisini út í heim,og tá tónarnir ljóma úrhesum opna glugganum, eruóivað mong kring heimin,ið hava hug at kaga innarog lurta við.Hetta er í hvussu er ætlanin við tiltakinum;at skapa áhuga og at havaeitt forum, har norðurlend-skur tónleikur kann føraseg fram.Endamálið er at skapa meira fokus á norðurlond og Føroyar, meira áhuga ogstørri sølu. Tað er ikkitrupult at síggja taðskilagóða í, at hava bjóðaøðrum lovandi norðurlend-skum bólkum at luttaka.Umframt at føroyskitónleikaáhoyrarin færspennandi upplivingar,og føroyska tónleikalíviðfær íblástur er hettavið til at menna netverk millum føroyingar og norð-urlendskt tónleikalív.Hetta ger eisini uttaniva kappingina meira áhu-gaverda fyri útlendskargestir so sum plátufeløg,festivalar, umboðsfólk ogfjølmiðlar.Føroyskur tónleikur hev-ur ment seg nógv síðstu15- 20 árini. Serliga teysíðstu 10 árini, eitt núvið prix kappingunum, ertann broyting hend, atføroyingar smæðast ikkivið at royna flog íútlondum. Góð dømi um hetta eru tey trý Teitur,Eivør, Høgni Lisberg, iðøll hava verið við tilat vinna Prix Føroyar,áðrenn tey á egnum beinum leitaðu út í heim. Áður var talan um før-oyska kapping, ið ól fram tónlistarligar dygdir.Gluggin er nú latin uppút í heim, so hesar dygdirhava møguleika at sleppaút og royna flogið. Vónandifara fleiri sangfuglaravstað og vónandi fáateir undanvind og mjúkalending.
tós í norðurhøvum
Sórur údskur áhufyr AMe-Føroyar
Jade Richardson frá Jade Inc.er royndur promotari og talent-skóti fyri nógv plátufeløg íBretlandiPelle Lidell er leiðandi A&R Universal Music í Bretlandi.Sarah-Chanderia frá HacateEntertainment Group,Oskar Jensen og Lars Skovgaard umboða Vega í DanmarkJesper Kemp umboðar Beatboxbook-ing í DanmarkJakob Brixvold umboðar Spæli-staðið STARS, og arbeiðir eisinifyri Odeon pallin á RoskildeFestivalinum Birgitte Hanssen Mandelid er blaðkvinna og umboðar eisiniØyafestivalen í NoregiPaul Sullivan umboðar Clash Magazine og onnur tónleikabløðí BretlandiKasper Kirkegaard og Rasmus WengKarlsen umboða tónleikablaðiðGaffa í Danmark Morten Madsen umboðar tónleika- blaðið Musikeren í DanmarkKarina Edlund Jensen umboðardanska dagblaðið UrbanPoul Henrik Jensen umboðardanska tónleikarafelagið DJBFA Ólafur Páll Gunnarsson og ÁsgeirEyþórsson umboða Rás Ísland Peter Møller Madsen umboðar NibefestivalenLars Charlie Mortensen umboðarJellinge FestivalenJens Ove Friis er stjóri í danska plátufelagnum RecArt Michael Callesen umboðar danskarokktónleikarafelagið Rosa
Hsr sr hava boða frásí uøku á AMe
 E I V Ø R, F O A N G U, G L A M P O P, I S  G r a n d  I s l a n d, N O H Ø G N I  L I S B E R G, F O  L E NA A N D E R S S E N, F O G E S T I R, F O D e j a  V u, F OA V E, D K 2 0 0, F O
 S t ó r a  t ó n l e i k a  t i l t a k i ð  v e r ð u r  f r í g g j a  -  o g  l e y g a r k vø l d i ð 1 3 &1 4.  a p r í l  k l.1 9. 3 0.  K o s t n a ð u r i n  p r.  k vø l d  k r. 1 8 0, -  F y r i  b æ ð i  k vø l d i n i  k r.  2 8 0, - 1 4  b ó l k a r  l u t t a k a.  K e y p  á  n e t i n u m  w w w. a m e. f o
Atlantic Music Eventí Norðurlandahúsinum
 S I C, F O M o l i n d e r, S E
Die Dumme Dänen,DK
 M a r i u s, F O
   S   T   E   P   H   A   N   S   S   O   N   S   H    Ú   S
 
tað fremsa innan føroyskan ónleik 
Dja Vu
 
[myspace.com/dejavusite]
Deja Vu vann The Global BattleOf The Bands í Føroyum og viðsigrinum rættin at luttaka á AME-Føroyar. Deja Vu var ein av bólkunum á fyrsta AME tiltakinum,umframt at bólkurin eisini spældiá AME Reykjavík í fjør. Somuleiðishevur Deja Vu fleiri ferðirluttikið í Prix Føroyum.Deja Vu fekk sítt veruligagjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003gjørdist nummar tvey í PrixFøroyum. Fyrsta fløgan hjá bólki-num. A Place To Stand On kom útí 2005 og var m.a. vald ársinsfløga av lesarum hjá Dimmalætt-ing. Á Planet Awards var fløgansomuleiðis í uppskoti til bestufløgu.Tónleikurin hjá Deja Vu er einsveimandi og droymandi streymurav tónum, ið dregur lurtaran inní heimin hjá bólkinum. Teir skapaeina flotta ljóðmynd.Teir báðir oddamenninir í Deja Vu, Líggjas og Flóvin, skiftast um leiklutin sum sangari. Bólkurinhevur spælt á flest øllum tón-leikatiltøkum í Føroyum, og taðer greitt at bólkurin hevur vónirum at gerast kendur uttanfyriFøroyar. Í fjør taldist Deja Vu millum virknastu føroysku bólkar-nar, við framførslum nærum hvørtvikuskiftið.
Sc
[myspace.com/sicsix6]
Síðan Sic herfyri gav fløgunaPandemonium út, hevur bólkurinveruliga havt undanvind. Íføroyskum miðlum hevur fløganfingið avbera góð ummælirog eisini uttanfyri klettarnarhevur áhugin fyri Sic verið stórur.Eitt nú hava tungmálmsmiðlar íso ymiskum londum sum Avstraliaog Peru tikið tónleikin hjá Sictil sín. Avstralska promotionfelagið Dark Kloud Promotionslýsir fløguna hjá SIC soleiðis:“Í september 2006 fór Sic inní sjúka og avskeplaða heiminhjá tónleikaframleiðaranum TommyHansen í Jailhouse Studios íDanmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic brúktu til upptøkurnar av teimum 13 løgunum á fløguni, vóru einferð fyri lívið. Saman við Tommygóvu teir alt og meira enn taðog skaptu eitt meistaraverk – einvarða í tungmálmssøguni. Viðútgávuni av Pandemoninum!, hevurSIC skapt eina nýggja byrjan,eina nýggja era.”Spanskmælta alnetstíðaritið ogútvarpsstøðin Rockum, ið virkarúr Peru og gevur Sic 8,8 av 10 møguligum í karakter.Sic hevur fimm ár á baki, mentað var ikki fyrr enn núve-randi manning tók við, at Sicveruliga fór at gera um seg. ViðPandemonium hevur Sic skrivaðseg inn í føroyska tónleikasøgu.Útgávan er framúrskarandi og brýtur uppúr nýggjum innanføroyskan tónleik, her er talanum sera vakran larm.
200
[myspace.com/200baby]
Tá 200 sá dagsins ljós, vórutað neyvan nógv í tordu at spáa bólkinum handan eksperimenterandilagið “Vit eru 200”, eina so bjarta framtíð, sum bólkurinfekk. Frítíðarverkætlanin hjáteimum trimum Niels, Una og Mikael gjørdist ein av Føroyafremstu bólkum. Eftir at Niels ogUni høvdu lagt bólkin Mold tilhvíldar, uppfunnu teir saman við Mikael konseptloysingarpunkein tónleikastílur, ið onkurhevur lýst, sum politiskan punkrokk við Elvis vokali. Stuttsagt, 200 hevur sítt heilt egnaljóð. Hetta er tónleikur viðsterkum meiningum.Eitt av høvuðsendamálunum við AME er at varpa ljós áføroyskan tónleik, og vísaokkara bestu tónleikanøvn fram fyri tónleikaídnaðinum í øðrum londum. Við fløguni Graceland og framførslum á festivalum sum Roskilde, Spot, Iceland Airwaves,By:Larm, Larm og Umeå Open er 200vorðið eitt tað føroyska navnið, iðhevur vakt størst ans uttanlands,tí er bólkurin eisini eittupplagt navn á AME. Stóra danskakonsertfyriskiparafyritøkan DKB Motor hevur tik200 undirsínar veingir, og hetta hevurgjørt undurverkir. Leysasøgurhava gingið um luttøku á RoskildeFestivalinum í ár, men hettafæst eingin í 200 at vátta. Meneftir at bólkurin í almennafestival blaðnum í fjør fekkeitt tað besta ummælið á øllum festivalinum, so er hetta alsikki óhugsandi. Bólkurin vannPlanet Awards fyri besta bólk ífjør, og var í ár í uppskoti tilsomu heiðursløn, umframt at veraí uppskotið til heiðurin ársinsfløga hjá Dimmalætting í ár.
gsr
[myspace.com/gestir]
Prix Føroyar vinnararnir frá2003 risu sera skjótt ovast uppá føroyska tónleikatindin, fráat vera ein heilt ókendur ognýggjur bólkur, var bólkurinknappiliga millum fremstuføroysku tónleikanøvnini, viðluttøku á festivalum, konsertum og á Listastevnuni. Sigurin í PrixFøroyum gav bólkinum møguleikaat fara í upptøkuhøli. Leiðingekk til Jútlands, har bólkurinspældi inn í víðagitnu Lundgaard upptøkuhølunum. Tað gingu tóyvir trý ár, áðrenn fyrsta fløganhjá Gestum kom út. Tíðin hevur ment bólkin, og fyrsta útgávan,Burtur frá toftunum verður avflestu ummælarum mett sum eitt meistaraverk. Fløgan hevur fingiðavbera góð ummælir.Eisini á konsertum er bólkurinvorðin ein av bestu føroysku bólkunum. Gestir hava luttikiðá AME tiltøkum í Føroyum, á báðum AME tiltøkunum í Vega íKeypmannahavn umframt á AME-Reykjavík í fjør og aftur í ár.Herfyri skrivaðu Gestir undirumboðssáttmála við umboðsstovunaPlan C, við Christian Ulf-Hansenog Sam Blue, ið eisini umboðarTeit. Bólkurin hevur eisinigjørt avtalu við booking agentinhjá Teiti, Ulrich Lauridsenfrá Glorious Records & Music Managment.
evør
[myspace.com/eivorpalsdottir]
Eivør vann herfyri sangkappingi-na hjá Atlantic Music Event, viðlagnum Grát ei. Á tiltakinum í Norðurlandahúsinum verður høviat hoyra Eivør framføra vinnandisangin.Eivør Pálsdóttir hevur síðanfarið var undir at kjósa bestusongkvinnu í Føroyum vunniðhenda heiður á hvørjum ári.Búsitandi í Danmark vann honheiðurinm sum besta songkvinnainnan fólkatónleik í Danmark ífjør.Eivør vann kappingina ársinssongrødd sum ungur tannáringur.Tað var tó í bólkinum Clickhaze,at hennara veruliga gjøgnumbrotí Føroyum kom. Rokkbólkurinverður enn mettur sum einav bestu bólkum, ið føroyskitónleikapallurin hevur fostrað.Clickhaze vann millum annað PrixFøroyar og framførdi á RoskildeFestivalinum, áðrenn bólkuringavst at spæla. Eftir bólkinum liggur eisini fløgan EP.Sum einstaklingur hevur Eivørsligið navn sítt fast bæði íFøroyum og uttanlands. Serligaíslendska marknaðin hevur Eivørgjørt til sín annan heimamarknað.Hon verður útgivin á íslendska plátufelagnum 12 tónar, og hóasthon eftir at hava búð fleiri árí Íslandi er flutt til Danmarkar,vitjar hon javnan í Íslandi.Eivør hevur givið tríggjar fløgurút undir egnum navni umframtfløguna Trøllabundin saman viðDanmarks Radios Big Band.Í løtuni arbeiðir Eivør við einikomandi fløguútgávu, ið væntandikemur út í summar. Fløgan verðurgjørd í samstarvið við írskaframleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2.
Hølsbr
 
[myspace.com/hognilis- berg]
Fyrrverandi Clickhazetrummuleikarin Høgni Lisberg byrjaði sína yrkisleið sum singer/songwriter í 2003, tá fløgan MostBeautiful Things varð givin út.Fløgan fekk góð ummælir bæðií Føroyum og uttanlands. M.a.var Høgni serliga vælmóttikin íSveis, tá hann var á konsertferðhar.Tað var tó onnur fløgan, MorningDew, ið flutti Høgna upp millum allar størstu nøvnini á føroyskatónleikapallinum, góðar tveir mánaðir eftir útgávuna, var honkosin besta fløga í 2005 á Planet Awards. Løgini Learn To Ride On Waves og Just Dig komu á ovasturók á 15 teimum bestu.Fløgan er givin út í Íslandi,Danmark, Benelux og Sveis, og ínæstum verður hon eisini givin útí øðrum londum.Síðan útgávuna hevur Høgni spæltnógv kring Føroyar og uttanlands,nevnast kann luttøka á AMEReykjavík í fjør og í ár, SpotFestivalinum, á Iceland Airwaves,á Asfalt, Summarfestivalinum ogG!, umframt sum upphiting fyriBadly Drawn Boy.Í sambandi við AME Reykjavíklat Ísland eyguni upp fyri HøgnaLisberg. Løgini Morning Dew ogLearn To Ride On Waves hava veriðheilt nógv spæld í Íslendskum útvarpi.Í 2007 fer Høgni at ferðast kring Norðurlond og aðra staðni í Evropavið sínum tónleiki. Hann hevur m.a. spælt í Sveis, umframt atverið á eini biografkonsertferðí Danmark.
la
[myspace.com/lenamusicroom]
Lena hevur valt at liva dreyminum eitt lív sum yrkistónleikarar.Saman við manninum Niclas hevurhon seinnu árini roynt seguttanlands og innanlands. Í einatíð hava tey arbeitt miðvíst ádanska marknaðinum. Har hava teyspælt nógvar konsertir, giviðfløgu út, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleirifrálík ummæli og hava verið ákonsertferð saman við amerikonskusongkvinnuni Beth Hart.Lagið Step On The Gas, av nýggjuendurljóðblandaðu útgávuni avfløguni Can’t Erase It, hevurverið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark, eins og onnur løgsosum Can’t Erase it eisini havagjørt um seg. Seinasta árið havaLena og Niclas ikki verið líkavirkin á konsertpallunum sum árið fyri, tí tey hava arbeittvið eini komandi fløguútgávu. Nýliga vórðu tey liðug viðljóðblandingina, ið Óli Poulsenstóð fyri. Fløgan verður givinút í næstum.Lena er nógv ment sum songkvinna,tekstskrivari og tónasmiður.Hennara ómetalig inniliga rødd,rørir við hjarta, tá hon syngursínar søgur. Konsertir við Lenueru altíð minniligar.
Marus
[myspace.com/ mariusband]
 Marius bukaði navn sítt fast íføroyska rokkklettin, í so ungum aldri, at man skuldi trúð at taðvar lygn. Tað var við sigrinum ífyrstu føroysku GBOB kappingini,at Marius veruliga gjørdist kentnavn millum føroyingar.Í GBOB heimsfinaluni í Londonfekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist bestinorðurlendski bólkur frammanfyri Noreg, Svørríki, Danmark,Finnland og Ísland. Hetta varvið til at gera, at Marius varí uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólká Planet Awards hetta árið.Oddamaður, lagskrivari, sangariog gittarleikari er fyrrverandiFlux sangarin Hans Marius Ziska. Marius spælir væl sungnan ogspældan poppkendan rokk. Bólkurinhevur eitt øgiliga heiltstoyptkonsept. Har er útstráling, løg,tekstir og spæl, sum hanga vælsaman.Fyrsta fløgan hjá Marius kom útí fjør. The Sky Is Our Home erein frálík fløga á tremur viðfangandi popp/rokk løgum.
Føroyska tónleikalíviðverður væl umboða á AMEtiltakinum í Norðurlan-dahúsinum. Eivør, Sic, Marius, Høgni Lisberg,200, Deja Vu, Gestirog Lena Andersen umboðanógvar ymiskar greinarinnan føroyskan tónleik.Her er talan um nakrarav okkara fremstu bólk-um hvør á sínum øki.Her er sostatt lítilivi um, at AME-Føroyarhevur tað, ið skal tilat gerast ein av ársinsallarbestu tónleika-upplivingum. Nógvu út-lendsku gestirnir fá ákonsertunum fríggjakvøld og leygarkvøld innlit ínakað av besta, Føroyar hevur at bjóða.

You're Reading a Free Preview

Download
/*********** DO NOT ALTER ANYTHING BELOW THIS LINE ! ************/ var s_code=s.t();if(s_code)document.write(s_code)//-->