3
Innleiðing
Síðani Býlingshúsið í Maritugøtu læt upp av fyrstan tíð, hava vit arbeitt við vangamyndunum
Spælandi nátturulæra
,
Leikur og hugflog
og
Fjølbroytt foreldrasamband
, men í mai 2007 samtyktiMentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð nøkur nýggj mál fyri dagstovnaøkið, og tískil varð heitt áallar stovnar um at arbeiða við hvør sínari námsætlan, ið er – stutt sagt – ein ætlan, sum starvsfólk-ini á stovninum skulu gera í felag, m.a. fyri at skjalprógva arbeiðið á stovnunum, men fyrst ogfremst fyri gera stovnarnar betri og menna yrkisførleikan hjá starvsfólkunum. T.e. at hugsanin er, atnámsætlanir skulu strimbra tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum, men eisini virka sum eittamboð til at seta okkum mál í mun til børnini og menningina hjá teimum.Íblásturin til námsætlanirnar stavar upprunaliga frá teimum sjey intelligensunum hjá Gardner
1
, og tí spældu teir ein stóran leiklut, tá vit í Býlingshúsinum í Maritugøtu gjørdu av, hvat vit vildu leggjaserligan dent á í okkara arbeiði. Og tí hava vit valt at víðkað vangamyndirnar til eina námsætlan, iðskal stimbra sjey førleikar, sum eru leystliga bygdir á teir sjey intelligensirnar. Tó halda vit okkumtil tann upprunaliga tankan við vangamyndunum hjá stovninum:
spælandi náttúrulæra
og
leikur og hugflog
– bara í einum nýggjum hami.
Fjølbroytt foreldrasamband
er sjálvandi framvegis ein stórurpartur av vangamyndini, men er ikki nakað, ið hoyrir heima í námsætlanum, tí námsætlanir snúgvaseg um menningina hjá børnum.Í Danmark hava tey arbeitt við námsætlanum í mong ár, men har kalla tey tað
læreplaner
. Okkarafatan er tann, at tað danska orðið er greiðari og meira lýsandi enn
námsætlanir
, tí í orðinum liggurein ætlan um at
læra
barnið nakað. Og tað er tað, ið vit ynskja í arbeiðinum; við teimum sjeyførleikunum, sum vit gjøgnumganga í hesi námsætlan, vilja vit verða tilvitaði um, hvussu vit kunnalæra og menna barnið so væl, vit kunnu. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki raðfesta frælsiðhjá børnunum at spæla og mennast sjálvi høgt, tí hóast vit halda tað hevur stóran týdning atráðleggja, skjalprógva og eftirmeta, hevur tað eisini alstóran týdning, at vit ikki gloyma tað“spontana”, og at tað altíð eru trivnaðurin og gleðin hjá børnunum, sum eru í hásæti. Tó skal taðheldur skiljast soleiðis, at vit hava eina miðvísa ætlan við arbeiðinum, og at vit hava eina hugsanum, hvat ið barnið skal hava við sær í viðførinum, tá tað fer frá vøggustovu í barnagarð, og frábarnagarði í skúla. Tann sama námsætlanin er galdandi fyri allan stovnin, tí vit meta, at hettastimbrar samstarvið á stovninum - ið eisini er í tráð við okkara virðisgrundarlag – og tó eru vit til
1
Gardner er sálarfrøðingur og hevur útviklað ástøðið um teir 7 intelligensirnar, heldur enn tann eina, sum er vanligt í einari siðbundnari intelligensfatan.
Leave a Comment