3
auguSt 2007
eftirSklin
lurta eftir øllum teimumungu hetta kvøldið. Tað erein upplýsing í sjálvum særat hoyra, hvørjar spurningartey sjálvi seta sær um 10.flokk, og hvat tey kunduhugsað sær aftaná 9. flokk.Tey eru hóast alt mitt í hes-um umhvørvinum og kennatey veruligu ivamálini. Hin- vegin mugu vit eisini spyrja,um myndin, sum kemurfram er eftirfarandi í smá-lutum. Hetta var ikki ein yrkiskanning, har íbygdirskeivleikar í tølum miðvíst eru lúkaðir burtur. Kanskanógvir næmingar júst løgdutýdning í kanningina og vóru eyka atfinningarsamir,nú tá eitt gott høvi var tiltað? Eg kenni ikki hesarskeivleikar, men eg standieftir við tí fatan, at hesitølini tosaðu hart og løgdufram ein greiðan boðskap.
Skulu vit lata Standa til?
Eg meti, at vit hava brúkfyri, at næmingar kunnu velja 10. flokk og eftirskúla,men kunnu vit liva við, at ein triðingur av næmingun-um angrar valið? Hvat skúlatilboð kann liva við, at helvtin er ónøgd við skúlan,tí undirvísingin er keðilig,og næmingarnir læra ov lítið? Latið okkum verakritisk og minka um hesitølini, - lat okkum siga 50%.Tølini eru framvegis alt ov høg. Hvar eru eldhugin oggleðin? Hvar er tann góðihugurin og tað stimbrandiágrýtna umhvørvið? Hvat er tað, sum vit ynskja at bjóða okkara ungu børnumog okkara ungu borgarum,so tey fáa eina góða byrjaná vaksnu lívsleiðini.Spurningurin um tey ungu úr 9. flokki er við-gjørdur, vendur og lýstur. Vit skulu ikki lata standa til við keðiligum og vana-bundnum loysnum, sumhøvdu sína tíð. Vit skuluheldur ikki minka um til-boðini og trýsta øll tey ungu inn á eina leið, tí vit vita betur enn tey. Skúla-tilboðini til tey 15 áragomlu skulu gerast fjøll-broytt og tíðarhóskandi. Vit skulu lurta eftir teimumsjálv um og spyrja, hvat tey sjálvi hava hug til. Síðanmeini eg, at vit skulu krevjaav okkum eins væl og av teimum ungu, at loysnir verða mentar til tær rigga væl.
eftirSklinkveikjandi fyriSklaverkið
Júst í hesum samanhangitykist eftirskúlin at vera júst tað rætta. Boðskapurin fráteimum ungu vísir, at vit hava brúk fyri at skapa eitt umhvørvi, sum mennir ogdyrkar tað føroyska skúlatil-boðið til okkara 15-16 áragomlu. Ikki bara á einumeftirskúla, men eisini í 10.flokkunum kring alt landiðog fyri so vítt á miðnáms-skúlunum eisini.Ein góður eftirskúli íHvalba kundi skapað karm-ar um eitt stimbrandi før-oyskt skúlatilboð. Herkundu lærarar sloppið at fokusera á at menna undir- vísingina til júst hendankrevjandi aldursbólkin, hartey ungu hvørki eru børnlongur ella vaksin enn. Eft-irskúlin í Hvalba kundiðgivið íblástur til 10. flokk-arnar kring alt landið og átann hátt gagnað øllumføroyska skúlaverkinum.Hvør sigur, at allir hesirnæmingar skulu vera før-oyingar. Spennandi umung úr londum eisini fingueyguni upp fyri tí føroyskaeftirskúlanum í Hvalba.
Lis Mortensen
Forkvinna fyri foreldrafelagiðHeim og Skúla
Uttan ítøkiligar visiónir ognýhugsan er eingin vón um,at Føroyar fara at standa segí altjóða kappingini.Í dag samstarvar allurtann framkomni heimurin,og endurspeglast hendasannroynd í einum virknumungdómi, sum uttan himprferðast um landamørk fyriat fáa sær kunnleika umaðrar mentanir og fyri at nema sær útbúgvingar, iðbrynja ungar kvinnur ogmenn til tær avbjóðingar,sum alheimsgerðin hevur við sær. Útbúgvingar, sumer gull verdar fyri heim-landið.
fjØlbroytttbgiving neyðug
Sambandsflokkurin er ein visionerur flokkur, sumraðfestir útbúgving høgt og vil fegin gera íløgur í ein visioneran ungdóm, sum ergrundvøllurin undir okkaraframtíð og skal tí áhaldandimennast og útbúgvast.Føroyar hava nógvardugnaligar lærarar og einfólkaskúla, sum í mansaldrarhevur sátt góða og hollabarlast í okkara børn.Einki samfelag stendur ístað og einki er so fákunnugt sum at trúgva, at óneyðugt er at tillaga seg nýggjartíðir og nýggjar avbjóðing-ar.
valmØguleikar umrÁðandi
Hyggja vit at gongdini ífólkaskúlanum í dag, ereingin ivi um, at fólkaskúliner vælegnaður til tey børn,sum passa inn í skúlanskarmar, t.v.s børn og ung,sum tíma og hava bindinditil til at gera skúlating,børn, sum tíma og havabindindi til at „levera vør-una“. Samstundis vita bæðilærarar og foreldur, at nógv ung, kanska serliga dreingir,men sjálvandi eisini gentur,fara av sporinum, tá ið tey náa ein ávísan aldur, tí tey ikki kenna seg heima undirteimum kørmum, sumfólkaskúlin hevur at bjóða.Hetta er ein gongd, sumøll framkomin lond hava ífelag. Raskir og dugnaligirnæmingar falla í fátt, taka9. flokk tí tað er eitt krav,fara kanska í 10. flokk, tí at foreldrini krevja tað, men,tað gongur bert stutt tíð, soeru hesir næmingar farnirúr skúlanum og ganga og vála úti á gøtunum. Ikki tíat hesir næmingar eru verriella minni mentir enn aðrir,men einans tí at hesir næm-ingar ikki trívast undir skúl-ans karmum. Foreldur oglærararar kenna hesa støðu,men vita ikki, hvat í víðastu verð tey skulu gera fyri at venda gongdini; tey vilja sofegin hava ungdómin árætta kós, men kenna seghjálparleys. Ikki tí at tey ikki hava viljan, men tí at tey kenna so stóra ábyrgdog fegin vilja geva hesumevnaríka ungdómi møgu-leikar, sum so ella so verðasøplaðir burtur.
eftirSklar altmeira vind Seglini
Hyggja vit at gongdini íDanmark, hava eftirskúlar-nir havt ómetaligan viðburðseinastu 30 árini. Bara í árhava seks nýggir eftirskúlarsæð dagsins ljós. Samlaðatalið av eftirskúlum í Dan-mark í dag er 260 eftirskúlar,eitt ómetaliga stórt tal - ikkiminst tá hugsað verður umtað fólksligu skúlasiðvenju,sum síðan Grundtvigs dagarhevur verið galdandi í Dan-mark. Grundtvigska skúla-traditiónin hevur altíð ver-ið, at øll skulu hava møgu-leikan, skúlin er ikki fyrielituna, men fyri øll. Og taðer júst her, at eftirskúlinhevur víst sínar dygdir ogsína styrki.Øll skulu hava møguleik-an, eisini tey, sum í vanliguskúlaskipanini kenna seg„uttanfyri.“Eyðkennið fyri eftirskúlaner júst, at dugnaligir ograskir næmingar, sum havaeitt stórt potentiali, eitt potentiali, sum er dult fyriteimum sjálvum og vanligaskúlanum, fáa umstøður at virka undir, sum fáa hesarnæmingar at blóma.Føroyar eru ein fiski- vinnutjóð. Vit vita frá goml-um døgum, tá ið ráðaleysirdreingir, sum reikaðu runt fyri vág og vind, bráddligafingu kjans umborð á skipi,tí at skiparin hevði eitt vak-ið eyga fyri tí, sum búleika-ðist í slíkum ungdómum, iðikki trivust undir vanligumkarmum. Ungdómar fingukjans umborð, teir sluppa at royna seg í verki og fingusomu ábyrgd sum aðrir vaksnir menn. Tá ið hesirdreingir komu aftur av fyrsta túrinum, hevðilívsins skúli givið teimumsovorðna barlast, at teir veruliga kendu seg sumrættar menn við nýggjumhugburði til lívsins avbjóð-ingar.
læra at hava Ábyrgdog arbeiða Saman
Eftirskúlin í Hvalba er júst ætlaður til raskar og dugna-ligar unglingar, gentur ogdreingir, sum hava ilt við at fóta sær í fólkaskúlanum.Ikki tí at hesir næmingarikki hava evnir, men tí at teir eru farin av sporinumso at fólkaskúlin ikki megn-ar at lofta teimum. Eftir-skúlin kann í nógvar mátarsammetast við eitt skúlaskip.Eftirskúlin er ikki bara einskúli, men eisini heimið ogfrítíðarumhvørvið hjá næm-ingunum. Næmingrnir bú-leikast á eftirskúlanum all-an sólaringin, og tí havanæmingarnir møguleikarog skyldur, sum fólkaskúlinav góðum grundum ikkikann bjóða næmingunum.Næmingurin á eftirskúlalærir at gera reint, at vaskasíni egnu klæði, at ruddakamarið, at møta stundisligaog at yvirhalda kravdarsongartíðir.Hetta ljóðar alt ikki sørt kravmikið, og ein skulditrúð, at næmingar hilduseg langt burtur frá slíkumkeðiligum skyldum. Men
støðugt økta tilgongdin
mill- um ungdómar til eftirskúl-ar prógvar til fulnar, at taðøvugta ger seg galdandi.Tað vísir seg nevniliga, at so skjótt sum næmingarnirkoma heimanífrá, vilja teirheldur enn fegnir gangaundir skyldur, sum hesirsomu næmingar skíggjaheima við hús. Spyr einnæmingarnar, hvussu hettaber til, er standardsvarið, at felagsskapurin á eftirskúl-unum ærir teir, at um teirikki fylgja kravdu manna-gongdini, so virkar felags-skapurin heldur ikki.Nógvir næmingar aftraseg heldur ikki fyri at við-ganga, at tað ofta júst erureglur og skipaðar manna-gongdir, sum teir sakna ígerandisdegnum.
nÓgv og ØðrvSitilboð til næmingin
Eitt eru reglur og skyldur,men veruliga styrkin hjáeftirskúlanum eru tey nógvu og øðrvísi tilboð,sum skúlin hevur til næm-ingarnar.Handverk, list, drama,tónleikur, design, sjómans-skapur, ítróttur, umframt bókligar lærugreinar. Eftir-skúlin í Hvalba hevur, íneyv um samstarvi viðdanskar eftirskúlar, lagt stóran dent á kreativarlærugreinar, sum virkadragandi uppá bæði genturog dreingir. Allar royndir vísa, at taðgevur næmingum sjálvsálit og ábyrgdarkenslu, tá iðteir sleppa at royna seg íkreativum fakum, sum teir veruliga hava áhuga fyri.Harumframt leggureftirskúlin í Hvalba stórandent á at vera ein altjóðaskúli, soleiðis at næming-arnir ein part av skúlaár-inum sleppa at royna seg ádonskum eftirskúlum, sumeruserliga kendir fyri tónleik,ítrótt o. a. Samstarvið viðaðrar viðurkendar eftirskúl-ar ger eftirskúlan í Hvalbatil einasta eftirskúla í rík-inum, sum leggur dent áútveksling av næmingum,ein ætlan, sum hevur vakt stóran ans millum danskareftirskúlar. Samstundis ferhetta samstarv uttan iva at gera eftirskúlan í Hvalba tilein nógv eftirspurdan skúlamillum føroyskar næmingarog foreldur, ið varða av okkara ungdómi.Einki er heldur at ivast í,at nógvar og góðar lærara-kreftir vilja bjóða seg framat undirvísa á einum skúla,sum rúmar so nógvar møgu-leikar sum eftirskúlin íHvalba.
SPennandi nyhugSan
Eftirskúlanum í Hvalba erein ómetaliga spennandinýhugsan í Føroyum. Vit í Sambandsflokkinum vilja fegin stuðla einumskúla, sum gevur skúla-troytt um ungdómi menn-andi avbjóðingar.Harumframt er gott at føroyskir ungdómar eisinifáa valmøguleikan at fara áføroyskan eftirskúla heldurenn at verða sendir av land-inum í hópatali hvørt ein-asta ár.Sambandsflokkurin ferat gera sítt til at eftirskúla-ætlanini í Hvalba gerst veruleiki.
Johan Dahl
løgtingsmaður
ns só s
Add a Comment