You are on page 1of 4

Gangi uppi á Hálsi, sera passaligt veður, vindur, hiti og klárheit tikið í

betraktning.
Hvat vita menniskju um naka sum helst? Ongin veit naka, vit halda okkum
vita alt í dag, men sannheitin er tann, at Prædikarin hevur so æviga rætt í
at vit pøsa okkum við at granska tað út, men vit eru ikki før fyri at fata tað
kortini.
Sokallaðir serfrøðingar gerða niðurstøður um lívið og meta sjálvsikrir um
hvat er rætt, logist, natúrligt at hugsa osfr. Men hesir hava eina fatan sum
er grunda á teirra barndóm, uppvøkstur, miljø, erfaringar og út gjøgnum
hesar brillur hava teir gjørt sær ymiskar metingar um ting?
Taið alt kemur til alt, Hvør eri eg, hvør ert tú? Kanst tú siga naka um naka
sum helst?
Menniskja er so forskrúða at tað er øguligt....... Okay! Nøkur ting eru lógir.
Sum td tað sum Newton o.a. góðir menn hava sæð og so kunngjørt
heiminum. Harragud! Teir funnu ikki uppá tað, men funnu útav at tað er!
Steðgi á eina løtu og lurtið. Eitt Tjaldur letur og ein likka gneggjar og
ímillum hesi ljóð hoyrist ein hamari sum bankar á okkurt langt niðri í
býðnum, eitt ljóð frá einum deyðiligum skapningi sum roynir at pjøssa
uppá okkurt sum hann ferð frá álíkavæl.
Er tað tilfeldigt at hesi ljóð hoyrast ella er boðskapur í teimum? Eg haldi
ikki, men líka veit eg. Eg meini við,,,Tað kann vera okkurt í tí sum eg hoyri,
men eg skilji tað ikki.
Eg meini so við,, eg hoyri tað, men eg hoyri tað ikki álíkavæl...altso tað
sum eg hoyri???
Never mind!...hatta er langt úti
Hví ferð pulsurin upp taið man gongur niðaneftir? Jú vit hava so óluksaliga
logiskar ,,ella logiskar,,hvat er tað fyri eitt begreb,,LOGIST!, tað er eisini
eitt begreb sum skapningurin hevur valt at brúka sum naka snilt. Eg meini
so við, pulsurin kundi gott fari niður taið man gongur niðaneftir, hjarta
kundi givi størri og sterkari sløg undir belastningi soleiðis at pulsurin fór
niður taið á stóð, men tað gerð hann ikki, hann ferð altso upp, pust! Støn!
Hví tað veit ONGIN!
Man gongutúrar geva naka sum helst til menniskja? Tað følist so, men tað
er ikki ein trygd fyri at tað er so, at drekka brennivín gevur eisini
vælverðu, men vit meta so at tað gevur onki gott, men heldur niðurbrýtur
menniskja. Vissi tað følist gott, so skulu vit gerða tað og gerða nógv av tí,
so nógv at vit missa tað sum er so gott,....... at vera til, ..........at liva og at
vera. Sær út fyri mær sum menniskja er so upptikið av at hava tað gott
(hvat tað so er?) at tað missir nú’i, tað rennur runt og hevur ikki tí at siga
hey! Ella góðandag.
Um man hugsar um tað so brúka vit so nógva tíð uppá at vera ella gerða
naka, ella læt meg siga tað
Stutt: Vit brúka so nógva tíð uppá at tilbereiða døgurðan at vit hava ikki
tíð til at eta hann....... ella vit missa tíðina at vera tað, ella at gerða tað!
Um tað er rætt veit eg ikki, men tað vildi veri hol í høvdi at brúkt 2 tímar
at gjørt eina lekra lambasteik til og ikki fyngi stundir at eti hana, ella hvat?
Tá mátti tað veri snildari at gjørt eina pizza uppá hálvan tíma og fyngi tíð
til at nýtt hana, MEN TAÐ ER ÒSUNNARI...siga vit. Er tað tað? Kann naka
sum ferð inní menniskja gerða tað ósunt! Hvør veit um tað ikki er
holdningurin til tað ósunna sum gerð okkum ósunn? NÅ!! Vit eru so løgin
at tað brakar í. Ella eg eri kanska løgin og excentriskur, men hvør í allari
víðu verð er førur fyri at greina hetta loyndarmál. Hvør er í ordan og hvør
er ikki.
Har kemur aftur fatanin inní myndina. Hugsunarsetti hjá tí einstaka
definerar tað normala, sjálvandi saman við ovurhonds útvortis trýsti frá
fjøldini sum heldur tað sama.
Hví skulu vit alla tíðina definera okkum sum hini sýggja okkum? Tað má
vera skeivt, ella hava vit ikki eitt ego sum definerar hvønn einstakan?
Vinna vit naka við at gerða okkum lík hinum ella tapir mannaættin við at
so er? Veit-ikki! Tað liggur sikkurt mittímillum.
Åå den fantastiska sjón her av Hálsi omanyvir býðin hví veit eg tað ella
haldi tað? Tað má vera okkurt í mær sum sigur,, Hetta er flott ,,okkurt
signal sum eg ikki eri harri yvir signalerar til mítt “vakurleika- centir” og
sigur at tað er so. Eg havi so ikki funni uppá tað, tað veit eg! Her bleiv eg
føddur, her vaks eg upp, her fór eg frá, her lág mín tráðan, her fekk eg
mítt fyrsta klemm, her fann eg kærleikan, ja! Hetta er plássi! Heimið sum
hevur drigi meg so ómetaliga hart til sín, HVÌ? Hvat er tað sum er í mær
sum sigur tað, eitt ella anna í mær hevur uppsamla “góð” minnir, ríkar
løtur og hevur á ein ella annan hátt rist hetta plássi í mítt hjarta, stuttligt
hevði veri at sæð ein videofilm av plottinum hjá mær øll árini stuttligt
fyri hvønn? Fyri MEG í øllum førðum!
Veit ikki hvat tað er sum gerð at vit hava so stóra tráðan at luta okkum við
onnur og út frá lutingini gerða niðurstøður og mála hvønn annan á einari
fjaldari vekt onkunstaðini í okkara høvdum,,ella hjørtum,
ella............nyrum, Líka veit eg!
2 bilar hjá SEV standa her, hvat gerða teir? Helst tað sama sum øll onnur,
royna at nøkta ein ella annan tørv hjá hesum fólkinum. Ikki bara hjá
fólkunum men eisini hjá sær sjálvum.
Fyrst sær sjálvum. Tí um teir ikki kundu liva av hesum, eg meini ikki við
“liva”, sum at hava puls og diabetis, men at liva sum øll hini, sæð í
ljósinum av standardinum sum hópurin hevur, so høvdu teir neyvan lagt
so nógv fyri! ella tað veit eg heldur ikki. Onkur hevur lagt nógv fyri bara
fyri at gerða onnur glað. Eisini hetta er loyndarmál! Eg meini við, at legga
sín egna tørv niður fyri at nøkta annan tørv er ikki logist! Tað er faktist
ørvitisskapur sæð í ljósinum av matematikkini, hvør so kom við henni!
Nei! Haldi eg seti kós oman aftur til bilin. Undarligt sum hendan kenslan
grípur meg, at vera áveg aftur til staði man fór frá hví er man glaðari
taið man ferð aftur til staði man fór frá, enn taið man ferð frá staðnum, til
staði, sum man skal venda aftur, til staði man fór frá?
Jú mangt er løgi, hetta er ein undarlig verð man livir í, tað má vera okkurt
við at man veit at man kemur til hvílu aftur, sjálvt um man pástendur at
gongutúrar eru veldigir, eg meini við at stórt sæð øll siga at tað er so
ótrúliga lekkurt at ganga, men tað er kanska júst brennistoffi til
gongutúrin at man er á veg til eitt mál. Nei! Eg veit ikki, men okkurt er!
Tað kemur ein kona gangandi niðaneftir móti mær, altsoð ikki mót MÆR,
jú-jú hon kemur ímóti mær, men ikki til mín,, jú uppá
einmáta..ella??..líkamikið!!.. eg komi helst at møta henni.
Hví broytist alt taið man sær onnur fólk? Man hyggur meira miðvíst beint
fram og man leggur tungina pent inní munnin hóast systemi, likami ella
hvussu tað kallast,, sigur nei til tað, tað er eitt ella anna við systeminum
sum fær okkum at tiva sum eg nevndi aðrenn og tá kann tað tykast sum
at munnurin er ov fullur av onkrum og plássi er ov trongt til at fáa nokk av
luft niður í lungini so vøddarnir kunnu fáa, eitt sum serfrøðingar kalla ilt.
Undir slíkum umstøðum ella belastningi ferð tungan av sær sjálvum longur
út,,Snilt!
Líkamikið! Man hampar eitt sindur uppá alt, og ynskir at útstrála kontrol
og styrkið.
Hendan konan hellur nógv framyvir, tað gera næstan øll sum ganga
niðaneftir og er sikkurt onkur góð forklaring uppá tað, ella góð,,tað veit eg
ikki, men sum gerð tað lættari at skilja,, okkurt við javnvág at gerða, men
líkamikið hon hellir framyvir og hyggur løgi uppá meg taið vit passera
hvønn annan, nú veit eg ikki um man kann siga so, tí hvør passerar
hvønn? Passera vit hvønn annan ella passeri eg hana, ella hon meg,,Ikki
ánilsi um tað! Vísundin sigur okkurt um at vit passera hvønn annan, tí vit
bæði hava ferð, men halow! Er tað eitt prógv fyri at vit passera hvønn
annan? Eg meini so við, at rørsla er ikki bara fysisk, men eitt astronomiskt
begreb sum bæði inniheldur fysiska rørslu sum uppbygging, niðurbróting,
at taka uppá, at klænka osfr. Fyri ikki at tala um sálina, hon er eisini í
rørslu. Kanska paseraði eg hana sálarliga tí møgulig stóð alt stilt hjá henni
taið vit møttust, ella kanksa øvugt?? Líkamikið man hevur valt at siga at
vit passera hvønn annan tí tað er lættast at skilja og rokna uppá, altso!
lættast fyri menniskju.Nei eg veit ikki!: eg sigi HEY!, hon vendur høvdinum
móti mær, men hyggur beint fram og sigur HEY! Virkar eitt sindur løgi tí
hví skal man venda høvdinum móti einum um ein ikki hyggur tann vegin.
Tað er naka grundleggjandi við menniskjum sum sigur at taið man heilsar
ella tosar við hvønn annan so hyggur man samstundis uppá hvønn annan,
men tað er ikki altíð.
Nå!! Gott at koma omanaftur á slætt og hóma máli kenni at likami er
sloppi av við eitt ella anna sum ikki gerð likaminum gott, eisini sálin er í
betri lag og nógv ting virka klárari sæð í ljósinum av menniskaligari
definitión uppá klárheit...Jú! eg haldi likam og sál taka undir við tíð. Tað er
so bara pástandur sum eru eitt sindur undirbygdir av sokallaum
statstikkum.
Sum um at tað er altíð rætt!?
Eg meini so við at um eg telji 10 starar uttanfyri hjá mær ein vetrardag
sum eta breyðmolar og 5 dagineftir so eru ikki 7 og ein hálvur stari
uttanfyri hjá mær um dagin!! Tað kann simpulten ikki passa...Tað er eitt
falskt úttrykk so tað brakar eftir í. Ongin hálvur stari kann eta breyðmolar.
Statistikkurin sigur so at tað eru 7 og ein hálvur stari uttan fyri hjá mær og
eta breyðmolar men sannleikin sigur at tað eru antin 5 ella 10 stk, tað
valdast hvønn dag vit snakka um.
Alt virkar størri her. Bilurin var so evarksa lítil har uppi, men nú eg komi til
hann er hann so stórur at eg kann seta meg inní hann. Eg má ásanna at
eisini hetta er stórt,,,ella lítið.. at hugsa um. Eg meini at onkur klókur
jarðbúgvi hevur valt at kalla hetta “perspektiv” tað er okkurt við at vit
sýggja ikki bara 2-dimenisielt, men 3-dimenisielt...Ha-ha. Harragud,
viðkomandi hevur ikki funni uppá hetta!! men uppá eitt ella anna
tíðspunkt fann viðkomandi útav at veruleikin er so. Viðkomandi hevði
aldrig funni útavhesum um viðkomandi ikki var til og ikki óvitandi um
tað....Altsoð tað “bleiv”ikki so taið viðkomandi fann útav hesum,,,tað
hevur altíð veri...eg meini..síðani eygir blivu skapt til at eygleiða,,so hetta
er onki nýtt ella fantastiskt, men ein staðfesting av nøkrum sum er. Men
sjálvandi gjørdi onkur seg til harra yvir hesum veruleika og hevur valt at
kalla tað loyndarmál...Sum um at viðkomandi hevur uppfunni
perspektiv...Ha-ha..nei! menniskja er langt úti!
Lati hurðina upp inní bilin og sýggji eina bók liggja á forsetrinum..BÌBLIAN!
Knappliga blívi eg ryktur til eitt annan stað. Stað sannleikans! Hetta staði
sum hevur svar uppá ALT. Har sum allir skattir vísdómsins OG
kunnskaparins liggja fjaldir, í persóninum Jesus Kristus, sum er øll fylling
Guddómsins likamliga!
Kenni meg lítlan bara at sita við síðuna av Bíblinuni. Hon er absolutturin,
kunngjørdur av sjálvum designarnum av øllum (um designi er við uppá tað
ella ikki). Hann sum hevur upphugsa ALT..Hann sum gav ØLLUM
viðurskiftum lógir. Hann sum skapti eitt so stórt komplex sum LÌV,
defineraði hvønn skapning sum eitt undur (onkur kallar tað DNA-
profilering) og hevur sjálvandi gjørt seg til harra yvir hesum
loyndarmáli,,Hann sum heldur øllum í Sínari hond og sum onki menniskja
rúmar. Setti tað á planetina Jørðin, og har er hon í dag.
Hon(planetin)hongur á ongum sigur Job (ein bók í Bíbliuni), men tað er
menniskjalig tala, Hon hongur í Absoluttinum, tí absolutturin sigur
tað!............. og so er tað bara so! Amen!

10 july 2008: Rógvi Joensen

You might also like