Suppa Sápa Frelsa Korps nýtt

Frelsunarherurin
Tórsgøta 19 Fo-100 Tórshavn Føroyar Tlf. 312189

Síða 2

Síða 7

Skrá fyri september 2012
Sunnudagin 02.09. kl. 11.00 Halgunarmøti v/ sunnudagskúla. Kl. 18.00 Evangeliskt møti í Glæmuni í Kvívík. Joen Pauli Petersen talar. Mánadagin 03.09. kl. 20.30 Streingjakórið venir. Sunnudagin 09.09. kl. 11.00 Halgunarmøti v/ sunnudagskúla. Kl. 18.00 Evangeliskt møti. Mánadagin 10.09. kl. 19.30 Kvinnurnar á Ellisheimið. Mikudagin 12.09. kl. 19.00 Mennirnir oman Hoydalar. Sunnudagin 16.09. kl. 11.00 Halgunarmøti v/sunnudagsskúla. Kl. 18.00 Evangeliskt møti v/Ole Andreas Westby. Mánadagin 17.09. kl. 20.30 Streingjakórið venir. Mikudagin 19.09. kl. 19.00 Mennirnir Vallalíð. Sunnudagin 23.09. kl. 11.00 Halgunarmøti v/sunnudagsskúla. Valdemar Simonsen talar. Kl. 18.00 Evangeliskt møti v/ Sandoyar manskóri. Jógvan Lamhauge talar. Mánadagin 24.09 kl. 19.30 Kvinnurnar á Ellisheimið. Mikudagin 26.09. kl. 19.00 Mennirnir á Lágargarð. Sunnudagin 30.09. kl. 11.00 Halgunarmøti v/sunnudagsskúla. Kl. 18.00 Evangeliskt møti. Mánadagin 01.10. kl. 20.30 Streingjakórið venir.

Sandoyar manskór Sandoyar manskór vitjar sunnukvøldið 23.09 Sunnukvøldið 23.09. kemur Sandoyar manskór á vitjan í Frelsunarherinum . Tað verður Jógvan Lamhauge, sum kemur at tala Guds orð til okkara. Kórið, sum hevur verið virkið á triða ári, hevur vitja víða, og nú veturin nærkast, so er nokk at gera hjá teimum, sigur Terji Dalsgaard, sum er leiðari av kórinum.

Vitja heimasíðu okkara www.frelsunarherurin.fo

Valdemar Simonsen kemur, at tala á Halgunarmøtinum sunnudagin 23. 09. kl. 11.00 Valdemar, sum er bakari, er vælkendur millum manna, og er til eina og hvørja tíð til reiðar at vitna og tala um sín Harra og Frelsara Jesus Kristus. Og so var eisini henda dagin eg spurdi hann, tað var eitt ja áðrenn hálvt talað var orð.

Heimaforbundið
Vit møtasta hvørt hóskvøld kl. 20.00

Valdemar Simonsen

Síða 6

Síða 3

Hornvenjing
28-08-2012 Týsdagur Venjing kl. 20.00 - 21.45 18-09-2012 Týsdagur Venjing kl. 20.00 - 21.45

04-09-2012 Týsdagur Venjing kl. 20.00 - 21.45

25-09-2012 Týsdagur Venjing kl. 20.00 - 21.45

Heimaforbundi
Kvinnurnar í Heimaforbundinum byrja at koma saman aftur hóskvøldið 30.08 kl. 20.00 Ole Andreas Westby vitjar Ole Andreas vitjar í samband við Herbergi. Men hann kemur eisini at hava eitt kvøldmøti sunnnukvøldið 16.09. Tað er eisini við gleði at vit síggja fram í móti tí vikuskiftinum

Hornmusikkur
Vit eru eitt hornorkestur, ið spælir lovsang til Harran, til gleði fyri áhoyrararnar og spælararnar.

Ole Andreas Westby

Túrur til Glyvrar
Áhugi er fyri at fáa Frelsunarherin inn á Glyvrar at halda møti. Hugsað hevur verið um at fara sunnudagin 30.09. Men avgerð er enn ikki tikin til tað. Nærri boð um túrin kemur seinni. Men tað hevði verið áhugavert við eini slíkari vitjan.

Høvuðsmálið er at vinna menniskju fyri Jesus Kristus gjøgnum okkara sang og tónar, og at varðveita spælararnar í trúnni, m.a. gjøgnum sosialan og andaligan felagsskap. Vit luttaka á møtunum í Frelsunarherinum hvønn sunnudag, umframt at vit venja hvørt týskvøld. Hevur tú áhuga fyri at verða við, so set teg í samband við okkum.

Síða 4

Síða 5

Andaktin henda mánaðin
Faðirsins kærleiki
Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. (1 Jóh 3,1) Ápostulin situr og undrast og grundar yvir, á hvønn hátt hann skal lýsa Guds kærleika, og fáa tað niður á blað, og finnur onga betri grund enn, at hann (Gud) gevur okkum loyvi til, at vit kunnu kallast Guds børn. Tað, at vera barn av Gudi, er ein framíhjárættur, sum tey, ið bert kenna heimin, ikki fata. Tann týdning hevur tað tó, at vit ikki alt í einum eru syndafrí, men at vit taka frástøðu frá syndini, tí hon skilir okkum frá Gudi. Tí eigur tað at verða okkara mál, at stríðast ímóti syndin á ein hvønn hátt. Jóhannes skrivar víðari: “Elskaðu tit, nú eru vit Guðs børn... Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan.” (1 Jóh 3,2 - 3) Tann, ið er ein sannur kristin, hann ger ikki synd, men pínist av henni - syndin er blivin ein pína og plága, ein líðing fyri øll tey, sum hava valt at tæna Harranum í lívi teirra! Hví er tá syndin í lívinum hjá tí kristna? Paulus skrivar: “Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja.” (Gal 5,17) Jesus kann ikki áhaldandi hava ein vanasyndara, men ein, sum hevur ein støðugan og sterkan vilja til at sigra yvir tí ónda, og fáa tað burtur úr lívi sínum. Og Bíblian sigur, at vit kunnu liva eitt sigrandi lív, um so er, at vit halda okkum tætt at Gudi. Guds kærleiki, tú ríki, stóri, tín hædd og dýpd og longd. Tær prísar ævigt einglakórið og øll hin frelsta mongd.
————— 0 —————

Leiðslutoymið í Tórshavn Korps
Bernhard Petersen Jens Eli Albinus Sámal Midjord Maria Rubeksen Noomi Midjord Henrietta Midjord

Biðið
Jesus sigur ikki bert, at vit mugu ella kunnu biðja, men at vit skulu biðja. Tí uttan bønarinnar halgandi ávirkan, so hava vit ov lítið av megi til at standa ímóti Sátans álopum. Jesus sjálvur bað nógv. Hansara lív var eins og ein keta av bønum, líka til tann dagin Hann gav upp andan á Golgata krossi. Vilja vit verða Jesusar eftirfylgjarar, so eiga vit at læra, at bera alt fram í áhaldandi bøn til Gud.