SKAPI¡FRAMTÓ¡INASAMANVI¡OKKUM

p
e
I
u
r

&

p
e
I
u
r

·

3
2
0
8
7
0
3TOVNI¡&LAGSINTERNETØKEYPISÉ
WWWTELEFO
ella send eini SHS boð Lil 1441 við LeksLinun mAGS
uníranL SNI¡NUMMAR a íarLeleíonini (døni: Fags 3220)
To Prix
or noT
To Prix
NR. 28 · 20. september 2006
2
Hvat hava Moirae, Mark no Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og Go Go Blues til felags? Jú, hetta eru bólk-
arnir sum hava drigið tað longsta stráið í Prix Føroyar finalum. Í hesum døgum fellur avgerð um, hesir
seks bólkar fara í søguna sum teir einastu, ið hava vunnið hesa forkunnugu kapping. Í krókum verður
tutlað um, at Prix Føroyar er farið í søguna. Spell, siga summi – onnur siga at tað er uppá tíðina.
Men hvat er hent? Prix Før -
oyar hevur síðan 1995 verið
tann stóri sýnisgluggin hjá
ókendum bólkum, og tann
ultimativa gularótin hjá
teimum meiri etableraðu
bólk unum. Hví umhugsar man
nú at jarða hetta tiltak?
Jú, onkur metur at teir
privatu pallarnir so sum
festivalar og tiltøk sum
GBOB & Planet Awards hava
yvirtikið leiklutin, sum
tann stóri sýnisgluggin.
Tað er tó eingin loyna, at
einki av hesum tiltøkum
hevur eins nógvan áhuga
millum útlendsk plátufeløg,
fyriskiparar og miðlar sum
Prix Føroyar hevur.
Summi vilja vera við, at
bólkar í dag ikki markn að ar-
føra seg, sum bólkar gjørdu
fyri fáum árum síð an. Við
alnetinum kunnu bólkar gera
sær profilar á eitt nú www.
myspace.com, har ið ókendir
sum kendir bólkar sýna sín
tónleik fram. Og tískil er
tað kanska ikki so alneyðugt,
at hava eitt tiltak, sum
vísir teir føroysku bólkarnar
fram.
Kom inn í stovuna hjá
øllum føroyingum
Men lat tað vera sagt bein-
anvegin, at týdningurin á
teimum undanfarnu Prix Før-
oyar kappingunum ikki má
undirmetast. Prix Føroyar
loyvdi tí føroyska tón leiki-
num inn í stovurnar hjá
øll um føroyingum umvegis
sjónvarpið og útvarpið, og
fokus varð sett á bólkarnar.
Knappliga vistu flestu
føroyingar hvørjir bólkarnir
vóru og vistu, hvat ið
bólkurin stóð fyri. Av tí
stóra áhuganum fólkaliga
fyri Prix Føroyum, vóru
fjøl miðlar skjótir at
blandað seg í stríðið um at
hava tær størstu og bestu
lýsingar av tiltakinum, og
hetta setti ein spennandi
dám á tann føroyska
tónleikapallin.
Broytingar skaptu rok
Sjónvarpið og útvarpið lut-
tóku eisini í fyriskipan ini,
og seinnu árini eru nógvar
broytingar hendar, ið hesir
miðlar tykjast at hava stað-
ið aftan fyri. Í eini roynd
at gera tiltakið til betri
Sjónvarp, eru broytingar
hend ar í avvikling og reglu-
gerðum.
Hetta hevur ikki í øllum
førum spælt friðarliga av.
Eitt nú vóru í 2003 kreppu-
fundir millum umboð fyri
finalubólkarnar og fyri skip-
ararnar, eftir at dømingin
av finaluni varð broytt.
Partarnir komu ásamt um
eina loysn, ið øll kundu
liva við og hóttanir um
ikki at luttaka vórðu tiknar
aftur.
Men hetta var ikki fyrstu
ferð, at kreppufundir skuldu
til, fyri at fáa avvikla
eina Prix Føroyar finalu. Í
1999 mundi verkfall í
sjónvarpinum og útvarpinum
beint fyri Prix Føroyar
fin aluni. Føroya Undirhalds
tónleikarafelag og Norð ur-
landahúsið hildu tó fast í,
at finalan varð hildin til
ætlaða tíð við ella uttan
sjónvarpi og útvarpi. Lukku-
tíð varð verkfallið av nóg
tíðliga, og alt Føroya fólk
kundi tí fylgja við í fin-
aluni.
Ivi um dømingina
Frá fyrsta degi hevur nógv
kjak verið um úrslitini. Tað
munnu vera fá undanumfør,
har ið friður hevur valdað
aftaná at úrslitið er kunn-
gjørt. Altíð eru nøkur og
ofta nógv, sum hava verið
ósamd við dømingini. Ofta
hevur eitt beinleiðis mis-
álit til dugnaskapin hjá
dómarunum valdað. Hetta
kemst helst av avgerðini
hjá fyrireikarunum at halda
nøvnini hjá dómarunum duld.
Tankin “hvussu kunnu vit
líta á ein dómarabólk, sum
ikki kann koma til sjóndar
og grundgeva fyri síni
døming?” hevur verið van-
ligur.
Vit vilja við hesum ikki
sáa iva um dugnaskapin hjá
dómsnevndini, men staðfesta
bert tað, at við at dylja
nøvnini á dómarunum, biður
kappingin um trupulleikar.
Tað er heldur eingin ivi um,
at nógva kjakið og sterku
kenslurnar viðvíkjandi Prix
Føroyum eru bygdar á stóra
áhugan og kærleikan fyri
tiltakinum millum fólk.
Ikki tí, dómarnir høvdu
nøkur konkret økir sum teir
skuldu døma við eini kar ak-
terskipan frá 0 til 5.
Eisini vóru hesi økir ofta
havd á loftið. Summi vildu
vera við, at økini løgdu
størri dent á handverkið
enn tað listarliga element-
ið, og harvið jarðaði alt
tað nýggja og “fríska” við
tónleikinum.
Fyrstu árini var eisini
nógv kjak um áskoðara at-
kvøðurnar, og tað er eingin
ivi um, at lokalpatriotisma
sendi fleiri bólkar í Prix
Føroyar finaluna, ið einki
høvdu at gera har. Hetta
varð tó broytt, og síðan
1999 hava áskoðararnir ikki
luttikið í dømingini í inn-
leiðandi umførunum.
Áhugin var ovurstórur
Hóast nógvar atfinningar,
so hevur Prix Føroyar verið
tað, sum øll tónleikaáhugaði
í Føroyum gleddu seg til.
Alt tónleikalívið í landinum
hevur verið í sonnum blóma
rundanum tiltakið. Nýggir
bólkar hava stungið seg
upp, nýggjur tónleikur er
skriv aður, og øll hava fing-
ið høvið at kappast á jøvn-
um føti.
Bólkarnir hava vunnið sær
fjepparar, og tónleikurin
er fluttur úr venjingarhøli-
num og uppá ein stóran
pall. Hetta eru alt sera
jalig árin.
Ein serligur dámur
yvir prixnum
Tað hevur altíð verið ein
ser ligur dámur yvir prix-
num. Tað er sera sjarmeran-
di at fylgja við prixnum –
kanska serliga tá ið tað
ferðaðist kring landið. Tað
er ikki oftari enn so, at
rokkkonsertir verða hildnar
í Miðvági, á Sandi ella á
Strondum. Eitt slíkt ferð-
andi tiltak gav íblástur
til nógvan ungdóm, og tón-
leikurin rakk enn longur
út. Fyri mong var tað ein
stórur missur, tá ið fyri-
reikararnir valdu at halda
øll undanumførini á sama
staðið. Hinvegin vóru tað
eisini mong, sum gleddust
yvir hetta, tí umstøðurnar
fyri tónleikin gjørdust
munandi betur, og áskoð ara-
talið vaks munandi.
Lata fólk koma
til orðanna
Hvussu er og ikki, so hevur
Prix Føroyar eina stolta
søgu aftanfyri seg. Um tað
ikki var fyri prixnum,
hevði tónlistarliga lands-
lagið sæð sera øðrvísi út í
Føroyum. Vit skulu ikki her
taka støðu til um Prix
Føroyar eigur at halda fram
ella ikki, men á komandi
síðunum, hava vit tosað við
fólk, ið á onkran hátt eru
vorðin rørd av prixnum, og
latið tey borið fram sína
meining um tiltakið, ið
hevur savnað so nógvar
føroyingar um tónleik, og
sum hevur givið okkum so
nógva nýggja føroyska ment-
an.

15 tær bestu
1 The Dreams Sasa Sa, Sa
2 Eb/Streymur E/B Streyma Sangurin
3 Marius The Sky Is Our Home
4 Rihanna Unfaithful
5 Outlandish I Only Ask Of God
6 Nelly Furtado Maneater
7 Nik & Jay Boing
8 Gestir Hvørt Fótafet
9 Nelly Furtado ft. Timbaland Promiscious
10 Justin Timberlake SexyBack
11 Teitur Hitchiker
12 200 Graceland
13 Juanes La Camisa Negra
14 Evanescence Call Me When You’re Sober
15 Fergie London Bridge (Oh Shit)
Eykaløg
Eamon (How could you)Bring Him Home
Young Jibbs Chain Hang Low
Muse Starlight
P. Diddy Come To Me
Leann Rhimes ft. McFadden Every Body’s Someone
Tjeklisten
1 Scissor Sister I Don’t Feel Like Dancin’
2 Basshunter Boten Anna
3 Outlandish I Only Ask Of God
4 Red Hot Chili Peppers Tell Me Baby
5 Justin Timberlake SexyBack
6 Nik & Jay Boing
7 Robbie Williams Rudebox
8 Rihanna Unfaithful
9 Gnarls Barkley Smiley Faces
10 Sandi Thom I Wish I Was A Punkrocker
11 Nelly Furtado Maneater
12 Michael Simpson Jeg sidder fast
13 Broken Beats Essentials
14 Peter Sommer 8-6-6-0
15 Lily Allen Smile
16 Arctic Monkeys Leave Before The Lights Come On
17 Pussycat Dolls ft. Snoop Dogg Buttons
18 TV2 ft. Anne-Stine Kontoret Lukker Nu
19 Junior Senior Can I Get Get Get
20 Alphabeat Fascination
Top of the Pops
1 Scissor Sister I Don’t Feel Like Dancin’
2 Justin Timberlake SexyBack
3 Fergie London Bridge (Oh Shit)
4 Nelly Furtado ft. Timbaland Promiscious
5 Killers When You Were Young
6 Robbie Williams Rudebox
7 Shakira ft. Wycleaf Jean Hips Don’t Lie
8 Snow Patrol Chasing Cars
9 The Feeling Never Be Lonely
10 Jamelia Something About You
11 Lemar It’s Not Easy
12 Cascada Everytime We Touch
13 Fratellis Chelsea Dagger
14 Chamillionaire ft. Krazy Bone Ridin’
15 Pink U & Ur Hand
16 David Guetta vs The Egg Love Don’t Let Me Go(Walking Away)
17 Beyonce ft. Jay Z Deja Vu
18 Cassie Me & You
19 Muse Starlight
20 James Morrison You Give Me Something
Billboard
1 Justin Timberlake SexyBack
2 Fergie London Bridge
3 The Pussycat Dolls Ft. Snoop Dogg Buttons
4 Gnarls Barkley Crazy
5 Sean Paul Ft. Keyshia Cole (When You Gonna) Give It Up To Me
6 Snow Patrol Chasing Cars
7 Ne-Yo Sexy Love
8 Nickelback Far Away
9 Hinder Lips Of An Angel
10 Nelly Furtado Ft. Timbaland Promiscuous
11 Young Jibbs Chain Hang Low
12 Beyonce Ring The Alarm
13 Chingy Ft, Tyrese Pullin' Me Back
14 Panic! At The Disco I Write Sins Not Tragedies
15 Ludacris ft. Pharrell Money Maker
16 The Fray How To Save A Life
17 E-40 Featuring T-Pain & Kandi Girl U And Dat
18 Young Dro Ft. T.I Shoulder Lean
19 Yung Joc ft. Brandy Ms. B. I Know You See It
20 Cassie Me & U
PRIX FØROYAR FARI Í SØGUNA?
Rókur Jákupsson Jakobsen, rokur@sosialurin.fo Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo
3
Spell um prixið dettur niðurfyri
5 tey bestu prixløgini við Rúna Jákupssyni
Rúni Jákupsson hevur
arbeitt við føroyskum
tónleiki seinastu nógvu
árini, fyrst sum sølumaður
hjá plátufelagnum TUTL, og
síðan í 1997 í útvarpinum
fyrst sum free lansari, og
síðan 1999 í føstum starvi.
Hann hevur í starvinum í
útvarpinum arbeitt í sam-
bandi við nógvar Prix Før-
oyar kappingar og hevur
fylgt væl við í tí, sum hend-
ur á føroyska tón leika palli-
num. Hann hevur sum út -
varpsmaður í nøkrum av
best dámdu sendingunum í
Útvarpinum, eisini verið við
til at velja hvørji løg føroyski
útvarps lurtarin hevur lurta
eftir hesi árini.
Prixið setti gongd í
Rúni Jákupsson er ikki í iva
um týdningin, ið Prix Før oy-
ar hevur havt fyri før oysk an
tónleik.
– Eg helt kappingina vera
ótrúliga góða, tá hon kom
fram. Hon setti gongd í
nøkur ting, og man sær
eisini í dag, hvussu nógv
liggur eftir, tað er ein ótrúlig
nøgd av tilfari, sum er gjørd
til prixið.
– Tó so, so eri eg partvíst
samdur við teimum, ið siga,
at prixið kanska hevur út -
spælt sína rollu. Men eg
haldi ikki, at tú kanst lasta
prixnum fyri tað. Tað er
komið so nógv annað,
bløðini hava sínar egnu
heiðurslønir, GBOB er
komið og so nógv annað.
Fyrr kundu tað væl ganga
eini 2 ár ímillum, at tú
hoyrdi nakað frá einum
bólki, men soleiðis er ikki
longur, sigur Rúni, men
heldur fram:
– Men tá tað er sagt, so
hevði tað verið spell, um
prixið dettur niðurfyri. Tí
prixið hevur nakað, ið
verður trupult at fáa aftur í
nøkrum øðrum tiltaki, og
tað er eginleikin at vera
savnandi. Næstan hvørt
menn iskja í Føroyum fylgir
við í eini Prix Føroyar finalu.
Hetta er eitt tiltak, sum fær
ommur og abbar at sita eitt
leygarkvøld og lurta eftir
Hate speech. Tað trúgvi eg
verið torført at endurskapa í
einum øðrum tiltaki.
Fimm tey bestu
prixløgini
Rúni er úr tónlistarligari
familju, pápin er Jákup
Jakobsen úr Teimum á
Kamarinum, og beiggi
Rúna, Rókur er Prix Føroyar
veteranur og hevur sungið
4 ymiskar bólkar víðari úr
Prix Føroyar undan kapp-
ingum.
Vit hava spurt dámliga
útvarps mannin, um hvørji
løg hann metur vera fimm
tey bestu prixløgini, altso
hvørji fimm løg úr teimum
seks Prix Føroyar kapp ing-
unum sambært honum eru
tey bestu.
- Næstan hvørt menniskja í Føroyum fylgir við í eini
Prix Føroyar finalu. Hetta er eitt tiltak, sum fær
ommur og abbar at sita eitt leygarkvøld og lurta
eftir Hatespeech, sigur útvarpsmaðurin Rúni Jákups-
son, ið heldur at tað verður trupult hjá nøkrum øðrum
tiltaki, at hava sama savnandi eginleika, sum Prix
Føroyar hevur. Vit hava práta við Rúna og biðið
hann um at velja fimm tey bestu prixløgini
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Moirae
Vátir logar
Prix ’95
Moirae hevði eina framúr-
skar andi framførslu á fyrstu
Prix Føroyar finaluni. Terji
Rasmussen var, hóast hann
ikki rakti allar tónarnar, ein
uppliving fyri seg. Sera liv-
andi og kensluríkur. Emi nent-
ur frontmaður.
Fyri meg var hæddarpunktið
í settinum hjá Moirae Vátir
logar. Hann byrjar eitt sindur
ófrættakent við toru- og
regnljóði og klagandi sangi
um áhaldandi ódnarveður.
Sum sangurin líður, batnar
veðrið og huglagið í
sanginum. Alt endar væl í
einum flottum crescendo
undir bláum himni.
Taxi
Góða
Prix ‘99
Árið var 1999, og Taxi vann
kappingina. Eg var tá partur
av sendingini Náttarravnar.
Eftir finalunu valdu vit at lata
telefonirnar upp fyri at fáa
reaktiónir frá fólki. Tað var
telefonstormur í útvarpinum
tað leygarkvøldið.
Fleiri førdu fram, at kapp-
ingin var púra burtur við, tí
blaðungu tónleikararnir ikki
høvdu nakran møguleika
móti teimum meiri royndu.
Onnur hildu uppá, at tað var
skeivt dømt, og at dómar ar-
nir vóru inkompetentir. Hetta
lívliga kjakið fekk sum kunn-
ugt ongan enda. Eftir stend-
ur tó ein rúgva av góðum
tónleiki frá kanska bestu Prix
finaluni nakrantíð.
Góða hjá Taxi er ein vøkur
ballada, sum er eld væl. Hon
heldur framvegis.
Clickhaze
Indigo Brow
Prix 2001
2001 var árið hjá Clickhaze.
Bólkurin, sum vísti stórt po -
tenti ali tvey ár framman-
undan, hevði nú veruliga
funnið seg sjálvan. Glógv-
andi stjørnan var Eivør
Pálsdóttir, men hinir limirnir
stóðu eisini sterkir. Kenslan
var, at hetta tað sama kundi
verið ein kendur útlendskur
bólkur, sum var á vitjan. So
sannførandi var framførslan.
Eitt av fleiri hæddarpunktum
var Indigo Brow.
Týr
Ormurin langi
Prix 2001
Ormurin langi er Prix Føroy-
ar slagarin yvir øllum, og
hann hevur kveikt áhugan
fyri føroyska dansinum hjá
mongum.
Sangarin Poul Arni Holm
syngur seinastu herðing í
orðinum "hildarting" eitt
sindur hægri enn gamalt var.
Hesin varianturin hoyrist
framvegis týðiliga aftur, tá
Ormurin verður kvøðin á
ólavsøku. Tað sigur nakað
um, hvussu væl fólk hava
tikið sangin til sín.
Makrel
Forever and Beyond
Prix 2005
Forever and Beyond er
Makrel, tá bólkurin er bestur.
Droymandi og sveimandi.
Sangurin er væl longri enn
miðal, men tað ger einki.
Lurt arin verður spakuliga
men trygt drigin við. Røddin
hjá Ára Rouch, sum fer gjøg-
num eitt serligt sangtól, er
sum skapt til Forever and
Beyond. Harumframt riggar
tað fantastiska væl visuelt at
hava tvær mikrofonir á
pallinum við ljósketum
rundan um. Einfalt men flott.
Gittaristurin Rasmus Ras-
mussen er altíð spennandi at
lurta eftir, og á Forever and
Beyond brillierar hann enn
einaferð. Solo’in telist, eftir
mínum tykki, millum hansara
allar bestu, og tað sigur ikki
so lítið.
Mær dámar serliga væl live
útgávuna av sanginum. Hon
hevur hasa serligu nervuna,
sum sjáldan kemur fram á
eini studioupptøku.
PRIX FØROYAR FARI Í SØGUNA?
4
Tað skal síggja gott út
– Tá ið vit í Clickhaze spældu í
Prix Føroyar finaluni í 2003,
minnist eg eina nokkso ørkyml-
andi hending. Tá ið vit høvdu
ljóðroynd, minnist eg, at fokus
bara var á hvussu myndatólini
skuldu stilla seg, og hvar ið vit
skuldu hyggja. Heldur enn at
leggja seg eftir at framføra
góðan tónleik, so tóktist tað sum
um fokus var á útsjóndini av
tiltakinum. Hetta gav mær eina
kenslu av, at prixið var farið heilt
út av kós, sigur ein bersøgin
Eivør Pállsdóttir.
– Men allíkavæl haldi eg, at tað
er øðiliga keðiligt um prixið nú
fer í søguna. Prixið hevur altíð
verið ein stórur íblástur fyri teir
yngru tónleikararnir. Tey ungu
vilja gjarna læra av teimum
tilkomnu, og tað er
týdningarmikið hjá einum ungum
bólki, at sleppa at standa á
einum palli, og at royna at spæla
ígjøgnum eitt ordiligt anlegg.
Eisini er tað ómetaliga læruríkt at
sleppa at spæla fyri eini stórari
og heitari fjøld, greiður Eivør frá.
Íslendska Grand Prixið
Eivør metir, at prixið spakuliga er
farin at líkjast einum røttum
Eurovision tiltakið. Tað snýr seg
ikki so nógv um tónleikin, men
meir um hvussu tað heila sær út,
og hvussu skjótt tað gongur.
- Tá ið eg luttók í tí íslendska
Eurovision kendi eg meg heilt
fremmanda. Eg visti ikki hvussu
eg skuldi uppføra meg á
pallinum.
– Eg kendi á mær, at fólk við hús
vildu síggja ein flottan kjóla og
hoyra eina komandi landaplágu,
heldur enn at hoyra dygdargóðan
tónleik. Hetta haldi eg vera heilt
løgið. Hóast hetta, so skilji
eg væl, at summum dáma
tílík tiltøk, men hetta er
bara ikki nakað fyri meg.
Eg haldi at dugnalig
tónlistarfólk skulu halda
seg burturfrá tílíkum.
Hvat er tú
kend fyri?
– Tað er týdningarmikið at
spyrja seg sjálva, havt ið
tað er man vil verða kend
fyri. Um tú vilt vera kend
fyri vakrar kjólar, og at
vera nógv í fjølmiðlunum,
so er tað ein erlig sak.
Men um tú veruliga vil satsa
uppá at skriva og liva sum
dygdargóður tónleikari, so mást
tú halda teg burtur frá tiltøkum,
sum ikki virða tónleikin. Tiltøk
sum leggja dentin á show, eru
tíanverri vorðin gerandiskostur
her á leiðum, og tað er stak
óheppið.
– Mítt lív og mín tónleikur skal
ikki dragast niður á eitt støði, har
ið tónleikurin kemur í aðru røð,
staðfestir Eivør.
– Tónleikurin er listin, sum eg
fáist við, og tí vil eg halda hann
so reinan sum til ber. Tónleikarar
kunnu í dag, skriva eitt “hit” og
leggja tað á netið. Um ein er
heppin kann ein gerast heims-
kendur, fáa plátusáttmála og alt
uttan nakrantíð hava staðið á
palli. Hetta er púra øvugt í míni
verð. Tað týdningarmesta hjá
mær er, at eg ferðist nógv og
spæli konsertir. Tað læri eg sera
nógv av, og eg haldi at eg
mennið meg.

– Men tá ið tú fer á pallin og
spælir “play-back” ella okkurt
sovorðið, so haldi eg at tiltakið er
fari ov langt. Tað lærir tú ikki
nógv av. Soleiðis var tað í tí
íslendska Eurovision. Tað var
bara eitt show, og prixið er
tíðanverri eisini fari tann vegin,
sigur hon.

Skal tað vera, so skal
tað vera ordiligt!
– Tað gevur onga meining at
gera eitt Prix Føroyar tiltak við
hálvum hjarta. Vit kunnu ikki
velja lættar og smartar loysnir.
Skal tað vera, so skal tað vera
eitt greitt fokus á tónleikin, og
ikki á hvussu tónleikarin er ílatin,
sigur Eivør greitt.
– Eg vóni at prixið hevur lív
lagað, men ikki til ein hvønn prís.
Tað skal vera fyri at stuðla upp-
undir føroyskum tónleiki, og tað
krevst eisini at sjónvarps hyggj-
arar skilja tað. Vit mugu standa
saman um tónleikin, og vónandi
verður Prix Føroyar aftur ein
dygdargóður karmur fyri okkara
tónleik, sigur Eivør at enda.
Tónleikur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Prixið lat okkara
eygu upp fyri Eivør
Pálsdóttir
– Verður onki Prix???, sigur Eivør næstan forfard, tá ið vit vilja vita, hvat hon heldur um at
avlívað prixið. Eivør hugsar seg um eina løtu, og sigur:
– Tað er kanska uppá tíðina. Tað er ongin ivi um, at prixið hevur havt stóran týdning fyri meg
og nógv onnur við mær, men tey seinastu árini, hevur tað ikki havt líka nógv uppá seg, sigur
Eivør.
M
innið show – m
eiri tónleik
Eivør Pálsdóttir – vinnari 2001
5
M
innið show – m
eiri tónleik
Ein kreativ veking
– Fyrst av øllum haldi eg, at vit
skulu minnast við virðing, hvønn
týdning prixið hevur havt fyri
føroyskan tónleik. Aftaná
kreppuna haldi eg at ein nýggj
tjóðskaparlig tilvitan í fólkinum
stakk seg upp, (hetta skal ikki
skiljast flokspolitiskt) sum setti
eina nýggja skapandi kraft í
gongd á so nógvum økjum.
Prixið var ein týðandi partur av
hesum ráki, og umboðaði tann
tónlistarliga partin, sigur Jón
Tyril.
– Áðrenn prixið, var tað so at
siga ógjørligt hjá einum bólki,
sum spældi egnan tónleik at
sleppa framat nakrastaðni. Um tú
ikki spældi til dans, so vóru í
nógv ár bara Ólavsøkukonsertinar
og síðan "Futti á Ferð" eftir, har
nýggir og ambitiøsir bólkar kundu
spæla sítt egna tilfar, vísur Jón á.
– Vit sóu eina kreativa veking, tá
ið Prixið av fyrstan tíð fór av
bakkastokki. So stóran týdning
leggur Jón Tyril í Prix Føroyar.
Jón hevur vunnið Prix Føroyar
sum tónleikari saman við bólki-
num Clickhaze og sum við fram-
leiðari saman við bólkinum Gestir.
Jón arbeiðir nú m.a. við at skipa
fyri GBOB kappingini.
– Men hóast Prix Føroyar hevur
havt ein sera týdningarmiklan
leiklut fyri føroyska tónleikin í
einum tíðarskeiði, so trúgvi eg at
vit eru komin í eitt nýtt tíðarskeið
og at tíðin helst er farin frá
Prixnum. Vit kunnu sammeta tað
við "Radio Luxenbourg", sum var
sera týdningarmikið í eitt tíðar-
skeið, men nú eru MTV, VH1,
Myspace og mangt annað komin
í tess stað. Á sama hátt kunnu
vit siga, at onnur tiltøk eru komin
í staðin og fylla út leiklutin hjá
Prixnum.
Samanumtikið vil Jón vera við, at
við festivalunum, GBOB, Planet
Awards og mongu konsertunum
kring landið er leikluturin hjá
Prixnum yvirtikin av øðrum pørt-
um av føroyskum tónleikalívi.
– Prix Føroyar skapti virðing fyri
og ein eftirspurning eftir nýgjørd-
um tónleiki, og hetta hevur sett
gongd á onnur ting, eisini í
privatum høpi. Tískil síggjast so
mong tónleikatiltøk kring allar
Føroyar nú – og útboðið er nú so
stórt, at tað ikki er sami tøvur á
Prix Føroyum longur.
Fokus varð flutt
Hóast Jón er góður við Prixið, so
heldur hann, at tiltakið spakuliga
fór longur og longur skeiva vegin.
– At byrja við var Prix Føroyar
eitt tiltak sum setti fokus á tón-
leikin og talentmenning, men
seinasta Prixið/AME tóktist meira
at hava sum endamál at skapa
sjónvarpsundirhald til familjuna
Føroyar. Tað var spell tí tiltakið
misti fokus og úrslitið var
óheppið.
Sambært Jón var prix finalan í
2005 tann keðiligasta av øllum.
– Prixbólkarnir duttu fullkomiliga
ímillum tí sjónvarpsshowið var
tað mest týðandi. Tað er fínt við
sjónvarpi og øðrum miðlum til
slík tiltøk, men tað má bara ikki
ganga útyvir hini endamálini við
kappingini. Tað má haldast fast
um endamálið við kappingini og
at tónleikurin og tey sum skapa
hann er í miðdeplinum, og tey
atlitini eiga at vinna, tá ið tað er
stríð um áhugamálini Annars
missur tiltakið seg sjálvt burtur.
Og tað var tað, sum eg haldi
hendi við seinasta AME/Prix FO.
Ongan praktiskan
týdning at vinna Prix FO
Tá ið Clickhaze spældi í finaluni í
2001, var tað lítil ivi um, at hetta
var bólkurin sum fór at strúka
avstað við gullheiðursmerkinum.
Og so var. Saman við einum
vælleikandi rútmubólki sannførdu
Petur & Eivør dómarar og áhoyr-
arar um at hetta var tann besta
framførslan tað aprílkvøldið í
2001. Men hvønn týdning hevur
tað fyri ein bólk at vinna Prix
Føroyar?
– Tað at vinna, hevði í sær
sjálvum lítlan og ongan praktisk-
an týdning. Eg meini, vit vunnu
ikki eina rúgvu av pengum ella
fingu plátukontraktir ella nakað
tílíkt. Vit fóru við fyri at vísa
okkara tónleik fram og nýttu tað
sum motivatión, at skula spæla
til eitt so flott og stórt tiltak við
so nógvum fokus rundan um seg.
Tað týdningarmesta var helst, at
vit fingu høvið at framføra í
góðum umstøðum, frammanfyri
týdningarmiklum fólkum, sum
vóru til staðar í Norðurlanda-
húsinum. Eg haldi ikki, at vinning-
arnir í sær sjálvum góvu okkum
so nógv. Tað var meira tey
sambond, sum vit skaptu okkum
umvegis Prix Føroyar. Og tað
høvdu vit møguliga kunnað hóast
vit t.d. blivu nr 2 ella 3, sigur Jón
Tyril.
GBOB er framtíðin
Alt meðan Prixið sær út til at
verða fortíð, so er altjóða tón-
leika kappingin GBOB á veg fram.
GBOB varð hildið fyri fyrstu ferð í
Føroyum í fjør, og tiltakið eydn-
aðist væl. Bólkurin Marius vann
føroysku tjóðarfinaluna, og stóð
seg heilt væl í altjóða finaluni í
London.
– Tað er faktiskt góður møguleiki
hjá einum føroyskum bólki at
vinna altjóða GBOB”, sigur Jón.
“Marius var millum teir allarbestu
í London í fjør, og um teir høvdu
verið eitt sindur meira ósmædnir
ella pallvandir er stórur møguleiki
fyri at teir høvdu farið allan
vegin, sigur Jón. Vinningurin er
$100.000 (ella á leið 600.000 kr)
og ein heimsturné, so hetta er
ikki smávegis vinningur.
Fyri føroyingin er tað kanska
serliga áhugin millum fjølmiðl ar-
nar, sum ger Prix Føroyar tiltakið
so stórt. Men hvussu er fjølmiðla-
áhugin fyri GBOB?
– Áhugin er sera stórur og vit
hava longu fingið váttan frá Út -
varpinum, at teir senda beinleiðis
frá tjóðarfinaluni í Føroyum. Vit
høvdu eisini eitt gott samstarv
við miðlarnar í fjør, men um so
er, at Prix Føroyar, sum jú kravdi
sera stóra orku frá Kring varpi-
num, ikki verður aftur, so vóna
vit sjálvandi at nakað av tí leys-
givnu orkuni verður lagt í at
fylgja serliga væl við eitt nú
GBOB. Tað hevur nógv at siga
fyri at skapa áhuga fyri tiltakinum
og harvið luttakandi bólkum
millum fólk, sigur Jón.
GBOB verður í tíðarskeiðum 12-
14. oktober í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
Jón og hini í
Clickhaze settu
føroyskan tónleik
í eitt heilt nýtt
gear
Hóast Prix Føroyar hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri føroyskan tónleik, so er
tíðin búgvin, til at tiltakið verður lagt niður. Tónleikapallurin er nógv mentur og onnur
tiltøk hava yvirtikið leiklutin hjá prixnum, heldur Jón Tyril
Jón Tyril –
Prix Føroyar
vinnari 2001
og GBOB
fyriskipari
T
íð
in
e
r
kan
ska
farin
frá
P
rixn
um
Tónleikur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
6


V
it
s
k
u
lu

to
ra

a
t
b
ro
y
ta
– Mín leiklutur í Norðurlanda-
húsinum er, at gera tað sum
leiðslan stingur í kortið. Sostatt
havi eg onga ávirkan á um prixið
verður hildið ella ikki. Men tá tað
er sagt, so haldi eg at prixið hevur
verið ein góður møguleiki hjá
føroyskum tónleikabólkum at
royna síni evnir, greiðir Fróði frá.
– Tað er altíð tungt hjá mær, at
hoyra fólk kjakast um Prix Føroyar
tiltakið – skal tað vera, ella ikki
vera? Eg eri góður við tiltakið,
hóast tað er tungt at skipa fyri tí,
so er tað blivið ein partur av mær
og mínum arbeiði. Av tí sama má
eg siga, at eg vóni ikki at tað
verður avtikið, vísir Fróði á.
Broytingar
Frá 1995 til 2005 hevur Prix Før-
oyar verið merkt av broytingum.
Ofta hava røddir verið frammi
um, at hesar broytingar hava
verið óhepnar, og spurdu vit
Fróða um hví hesar broytingar
hava funnið stað.
– Vit meta at tað er neyðugt, at
vit tora at flyta okkum. Vit vilja
sjálvandi altíð royna at betra um
tiltakið, og tískil hava vit tillaga
tað leypandi. Um onkur broyting
hevur verið óheppin, kunnu vit
altíð fara aftur til tað sum riggaði
betri.
Spurdur um hvørjar nýggjar broyt-
ingar hann kundi hugsa sær, sigur
hann soleiðis.
– Kanska hoyrdi prixið slettis ikki
heima á AME tiltakinum í Norð-
urlandahúsinum. Kanska skuldi vit
bara havt funnið ein vinnara í
semifinaluni suðuri í Trongisvági,
og harvið skilt AME frá Prix
Føroyum. Eg haldi ikki, at prixið
var líka spennandi, tá ið bara
tríggir bólkar kappaðust í finaluni.
Tað misti okkurt, og eg haldi, at
øll merktu tað. Sostatt er tað
hugsandi, at man eina aðru ferð
hevði valt at avgjørt Prix Føroyar
kappingina, og síðani bjóða vinn-
aranum at spæla til AME tiltakið.
Fróði greiðir eisini frá, at kappingar
í útlondunum eru komnar og
farnar.
– Kappingar sum DMA o.s.fr.
følna burtur, og tað er kanska tí,
tær eru ov læstar í sinum formi.
Vit meta tað verða okkara styrki,
at vit tora at broyta tiltakið,
soleiðis at tað verður verandi nýtt
og frískt.
– Eg kann tó lova, at um Prix
Føroyar verður hildið aftur, so
verða onkrar broytingar gjørdar,
staðfestur Fróði.
Alment tiltak
Hvat heldur Fróði um, at tað
almenna skipar fyri tílíkum kapp-
ingum?
– Nú er tiltakið ikki serliga alment.
Norðurlandahúsi hevur sum enda-
mál, at skapa áhuga fyri føroysk-
ari mentan, og at geva henni ein
pall. Sostatt er Prix Føroyar bein-
leiðis í trá við endamálið hjá
Norð urlandahúsinum. Men fíggj-
arligi karmurin hjá prixnum, er
ikki nógv tengdir av tí almenna.
Vit fáa 50.000 krónur frá tí al -
menna, og tað er ikki so nógv, tá
ið tú hugsar um støddina á prix-
num. Hinvegin, so fáa vit dyggan
peningaligan stuðul frá privatum
sponsorum. Sostatt er tað nógv
meiri tann privati sektorurin sum
stendur fyri prixnum enn tann
almenni.
GBOB og Prix Føroyar
eru tvey ymisk tiltøk
Fróði fæst ikki at siga, um hann
metir GBOB kappingina verða
eina natúrligan avloysara fyri Prix
Føroyar.
– Alt gott um GBOB kappingina,
men hon er nakað heilt annað
enn Prix Føroyar. Fyri tað fyrsta,
so er prixið føroyskt, og hetta
merkir at vit kunnu tillaga kapp-
ingina soleiðis sum okkara tørvur
og áhugi er GBO er ein útlendsk
kapping, sum hevur nakrar fastar
karmar. Hesar karmar kunnu vit
ikki broyta og tillaga eftir okkara
tørvi, sigur hann.
– Eisini er stórur munur á fram-
førslunum. Í GBOB spælir hvør
bólkur í 8 minuttir, meðan bólk-
arnir spæla í 20 minuttir í Prix
Føroyum. Tað krevur nakað heilt
annað frá bólkunum, og bólkarnir
mugu hava meiri heimagjørdan
tónleik, fyri at luttaka á prixnum.
Men tá ið tað er sagt, so dugi eg
eisini væl at síggja, at tað krevur
eina topp-professionella fram-
førslu, um tú bara hevur 8 minuttir
at framføra í. Hetta vísir bara
hvussu ymisk tiltøkini eru.
– Eisini haldi eg at tað er týdn-
ingarmikið, at bólkarnir fáa eina
ordiliga ljóðroynd, soleiðis at teir
sleppa at framføra sín tónleik í
góðum umstøðum, sigur Fróði.
Men er pláss fyri báðum tiltøk un-
um.
– Ja, tað fer tíðin at vísa. Eg
ímyndi mær, at tað er pláss fyri
báðum tiltøkum, av tí at tey eru
so ymisk. Men eg haldi, at tað fer
at verða eina stórur saknur í Prix
Føroyum, um tað fer í søguna.
Kanska ikki beinanvegin, men vit
fara at merkja eitt stórt tómrúm,
um so verður, sigur Fróði Vester-
gaard at enda.
Samrøða
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Fróði Vestergaard
Fróði Vesturgaard er
sannførdur um at saknur
verður í prixnum
Fróði Vestergaard er, um nakar, maðurin aftanfyri Prix Føroyar tiltøkini. Men nú er ikki vist at
Prix Føroyar verður aftur, og tískil fingu vit eitt prát við Fróða, um hansara hugsanir um prixið.
Tað er ikki hann sum avger, hvørt Prix Føroyar skal haldast ella ikki.
7
Ein fatalur brølari at
gevast við Prixnum
Við Teiti og Eivør
er fokus byrjað at
verða sett á før-
oyskan tónleik í
altjóða høpi, ella
í øllum førum í
Íslandi og Dan-
mark, og eg merki
á mínum starvs-
feløgunum, at teir
eru byrjaðir at
tosa um, hvat tað
er, ið hendur har
uppi, tí er hetta
eitt sera óheppið
tíðspunkt, at lata
besta sýnisgluggan
hjá føroyskum tón-
leiki aftur, sigur
danski plátufelags-
stjórin Jens Ove
Friis.
Samrøða
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jens Ove Friis er stjóri í
plátu felagnum RecArt
Music. Hann hevur síðan
Prix Føroyar finaluna í 1999
vitjað sum dómari, og hann
sigur, at sjálvt um fyri reikar-
arnir ikki høvdu bjóðað hon-
um sum dómara til eitt kom-
andi Prix, so hevði hann
álíkavæl farið til Føroyar í
sambandi við prixið og um
hann so skuldið goldið fyri
at sloppið inn.
Ein gluggi til føroyska
tónleikalívið
– Fyri okkum uttanlands er
Prix Føroyar ein gluggi inn
til føroyska tónleikalívið. Vit
fáa á ein lættan hátt yvir-
blikk yvir tað, ið hendur á
føroyska tónleikapallinum.
Hetta er gull vert fyri okkum.
Tí hevði eg veruliga verið
keddur, um Prix Føroyar
gavst, og hetta hevði verið
ein stórur missur fyri før-
oyska tónleikalívið, sigur
Jens Ove Friis.
– Eg havi vitjað ymisk onnur
tiltøk í Føroyum, eitt nú
G!Festivalin. Men hesi tiltøk
geva okkum ikki somu
mynd av tí nýggja og spenn-
andi, sum prixið gevur. Á
festivalunum er meira talan
um tey, ið longu eru sprott-
in. Ein festivalur kann ikki á
sama hátt vísa okkum tað,
sum vit í ídnaðinum leita
eftir. Tit skulu heldur ikki
gloyma, at Prix Føroyar er
kanska týdningarmesti
liðurin í føðiketuni hjá festi-
valunum og at kuta hendan
burtur hevði verið ein
fatalur brølari, fyri føroyska
tónleikalívið, sigur Jens Ove
Friis og heldur fram:
Burturvið at gevast
júst nú
– Eg síggi Prix Føroyar sum
eina messu, eitt sindur á
sama hátt sum Spot Festi-
valurin í Århus. Eitt stað har
framtíðin og nýggjasti
parturin av nútíðin verður
sýndur fram, og hetta er
tað, ið er áhugavert fyri
tónleikavinnuna.
– Tað hevði eisini verið
ómetaliga ergriligt, um man
valdi at gevast júst nú. Við
Teiti og Eivør er fokus byrja
at verða sett á føroyskan
tónleik í altjóða høpi, ella í
øllum førum í Íslandi og
Danmark, og eg merki á
mínum starvsfeløgunum, at
teir eru byrjaðir at tosa um,
hvat tað er, ið hendur har
uppi. Vit upplivdu tað sama
í Danmark við Aqua, uttan
nakra samanbering annars.
Tá tey gjørdust heimskend,
byrjaði umheimurin at geva
donskum tónleiki ans. Her
er Prix Føroyar heilt rætti
sýnisgluggin, og tað tykist tí
burturvið at lata hann aftur
nú, sigur Jens Ove Friis.
Prixið er vorðið
professionellari
Jens Ove Friis er annars
væl nøgdur við tær broyt-
ingarnar, ið Prix Føroyar
hevur verið ígjøgnum síðan
1999.
– Eg haldi, at Prix Føroyar
er farið frá at vera ein
hugna lig eitt sindur bygda-
kend føroysk kapping til eitt
show, ið hevur altjóða dám.
Sjálvandi eru tað ting, ið
kundu verið broytt. Eftir
AME seinast bað Fróði
okkum, ið vóru gestir um at
senda honum viðmerkingar.
Eg sendi honum ein langan
mail við hugskotum. M.a
haldi eg, at man í nógv
størri mun, átti at tikið býar-
lívið í Havnini við í tiltakið.
Tá man hevur savnað so
nógvar útlendingar í Før oy-
um, átti man at nýtt høvið
til at vísa nøkur onnur nøvn
fram. Eitt nú bólkar, ið eru
vrakaðir í innleiðandi um -
førum, teir kunnu í veru-
leikanum vera júst tað, ið
vit leita eftir. Her áttu til-
dømis pallpassini hjá
út lendsku gestunum givið
atgongd til tónleikatiltøk
kring allan býin. Soleiðis at
AME umfataði alla Havnina
alt vikuskiftið, greiður Jens
Ove Friis frá.
Sjálvt AME tiltakið helt Jens
Ove Friis annars rigga sera
væl, tí fyri hann hevur
kappingarelemtið ongantíð
verið tað týdningarmiklasta.
– Kappingin hevur skapt ein
ávísan spenning, og er gott
fyri áskoðararnir, men tað
er ikki tað týdningarmiklasta
fyri okkum, ið vilja hava
eina mynd av hvussu
føroyski tónleikapallurin
sær út, greiður hann frá.
Kanska bert ein
samandrátt
– Viðvíkjandi sjónvarpinum,
so dugi eg at síggja, at nú -
verandi leistur kann vera
ein trupulleiki, sjónvarp er
fiktión og er ikki altíð líka
væl egnað til at vísa veru-
leikan. Kanska skuldi sjón-
varpið ístaðin fyri at senda
alt beinleiðis, sent ein
samandrátt kvøldið eftir, við
einum lagi við hvørjum
bólki, sigur Jens Ove Friis.
Prix Føroyar er ein orsøk
til at fara til Føroyar
At enda spurdu vit Jens
Ove Friis, hvørt hann kundi
ímynda sær, um hann hevði
valt at fari til onnur tiltø fyri
at hildið á við at hava innlit
í føroyskan tónleik, um Prix
Føroyar varð tikið av
skránni.
– Ja, í ein ávísan mun, men
eg hevði ikki farið upp bara
til ein festival ella okkurt
tílíkt. So skuldi tað passað
saman við onkrum øðrum
eisini. Festivalar og annað
líkjast nógv tí, ið vit síggja í
Danmark, og kunnu ikki á
sama hátt geva mær
yvirblikkið, so tí eru teir ikki
á sama hátt sum Prix Før oy-
ar ein orsøk at fara til Før-
oyar.
Jens ove Friis er
plátufelagsstjóri og hevur
vitjað í Føroyum í sambandi
við seinastu 4 Prix Føroyar
kappingarnar
Peter Møller Madsen hevði ikki ivast
eina løtu, áðrenn hann bookaði eitt endurstovnað Clickhaze til nibefestivalin.
8
Hvat hava Moirae, Mark No Limits,
Taxi, Clickhaze og Go Go Blues í
felag? Allir hava teir vunnið Prix
Føroyar og eingin av bólkunum er til
longur. Einasti bólkur, ið higartil
hevur yvirlivað sigurin í Prix
Føroyum er vinnarin í 2003 Gestir.
Bólkurin hevur júst givið sína fyrstu
fløgu út, og tykist raknaður við aftur
eftir eitt heldur stilt tíðarskeið.
Tað er ikki so, at allir bólkarnir
eru givnir beint eftir Prix Føroyar
sigurin, Moirae gav tvær fløgur út,
áðrenn bólkurin gavst nøkur ár seinni,
Mark No Limits, Taxi og Clickhaze góvu
hvør sína EP út og spældu rættiliga
fitt bæði í Føroyum og uttanlands.
Eisini fyribils seinasti Prix Føroyar
vinnarin Go Go Blues
er nú dottin niður
fyri, tó so bólkurin
hevur síðan Prix-
sigurin givið aðru
fløguna hjá sær út,
umframt at hann hevur
verið sera virkin bæði
innan- og uttan lands.
Eingin av hesum fimm bólkunum hevur havt nakað langt lív,
Moirae var tann bólkurin, ið helt longst og var til í beint
yvir trý ár eftir sigurin. Gestir vunnu í 2003, tá var
bólkurin heilt nýggjur, so hesin bólkur er heldur ikki
nakar gamal bólkur enn. Men tað er greitt, at fyri hvønn
dag bólkurin er til, skrivar hann Prix Føroyar søgu, við
bara at vera, tí hann hevur nú yvirlivað longur enn Moirae
gjørdi.
nud
PRIX FØROYAR HEVUR GIVIÐ OKKUM
ÚT VIÐ 900 NÝGGJ FØROYSK LØG
Í sambandi við eitt
av undanumførunum
í Prix Føroyum 2003
lýsti formaðurin í
Føroya Undirhaldstó
nleikarafelag Kaj
Johannesen tað, ið
hendir á føroyska
tónleikapallinum,
tá Prix Føroyar
er, sum eitt slag
at grindamentali-
teti. Nógvir bólk-
ar liggja í dvala
til onkur rópar
PRIX FØROYAR, og
so leypa menn upp
skóleysir og venja
sum eitt ørt, til
Prix Føroyar er
liðugt, so er
aftur stilt í tvey
ár. Hetta er ein sera
beinrakin lýsing, og eingini ivi er um,
at nógvir bólkar bert vakna í sambandi
við Prix Føroyar og detta síðan niður
fyri, eisini eru nógvir bólkar stovnaðir
til hesa kapping. Tó vísir tað seg, at
hóast fleiri bólkar, ið hava henda
grindamentalitet eru komnir í finaluna,
hevur eingin av hesum bólkum vunnið
Prix Føroyar. Allir Prix vinnararnir
hava verið rættiliga virknir bólkar
frammanundan Prix Føroyar. Gestir vóru
tó ein rættiliga nýggjur bólkur, hevði
einans 3 mánaðir á baki, tá hann fór á
pall í Prix Føroyum. Men bólkurin varð
ikki stovnaður í sambandi við Prix
Føroyar.
ÁLENDINGAR HAVA SÍTT
EGNA PRIX FØROYAR
Meðan fyrireikararnir av Prix Føroyum um hugsa
at kippa tiltakið, so hava álendingar í ár á fyrsta
sinnið skipað fyri stórari tónleikakapping, ið
eitur musik.ax og sum byggir á royndirnar við
Prix Føroyum.
Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og
vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur
til teirra kappping.
Tað er Nordens Institutt saman við álendsku
lands parta stjørnini, býráðnum í Mariehamn og
felagskapinum fyri ung í Álandi ið hava tikið
stig til, at menna rútmiska tónleikin í Álandi.
Musik.ax var skipað við innleiðandi umførum
trý vikuskifti í mars og finalu um miðjan mai.
Bólkarnir kappaðust um vinningar, ið mintu
nógv um Prix Føroyar vinningarnar.
Høvuðsvinningurin var
tíð í upptøkuhøli uttan
fyri Áland, av øðrum
vinningum kunnu nevn-
ast tvær konsertir í
Føroyum. Harumframt
vóru um boð fyri festi-
valar í Norðanlondum
til musik.ax.
Á einum øki breyt
hendan kapping nógv frá før oysku
systirkappingini. Skipað varð fyri tón leika
verkstøðum, har bólkar og einstak lingar vórðu
vegleiddir og fingu lagt lag á fram førslu og
annað, hetta varð gjørt longu áðrenn innleið-
andi umførini.
nud
Prix Føroyar hevur øll árini vakt stóran áhuga
millum fólk og hesi seks prixini hava út við
22.000 fólk verið til Prix Føroyar tiltøkini.
Hetta er umframt øll tey, ið hava fylgt við í
útvarpi og sjónvarpi, og hesi eru uttan iva
fleiri ferðir so nógv.
Hesir nógvu túsund áskoðarar hava uppliva
170 bólkar framført í stóran mun egnan
tónleik. Fyrstu árini kundi okkurt lánilag vera
á skránni, men bróðurparturin hevur øll
árini verið nýskrivaður føroyskur tónleikur.
Sambært fyrireikarunum eru umleið 150 løg
skrivaði til hvørja Prix Føroyar kapping ella
tilsamans 900 løg.
Áhugin hjá bæði føroyskum og útlendskum
miðlum fyri Prix Føroyum hevur verið stórur,
og tiltakið hevur fingið sera gott pláss í bæði
elektroniskum og tryktum miðlum.
nud
Grindamentalitetur
í Prix Føroyum
Gestir skriva hvønn dag
Prix Føroyar søgu
Ulrika Lind høvuðs-
fyriskipari av musik.
ax var í Føroyum og
savnaði íblástur til tiltakið
Gestir er einasti bólkur, ið
hevur yvirliva Prix Føroyar
sigurin.
Mark no Limits hevði
sína síðstu framførslu
á Prix Føroyum 1999,
júst tvey ár eftir sigurin
í 1997
Hatespeech luttók í Prix Føroyum
1997 og 2003, liggur annars í long
tíðarskeið stillur, men kemur so
afturíaftur av og á.