Kápumyndina hevur Bárður Oskarsson gjørt.

Sívar á Seiðabergi

Ongul í Reyv
Yrkingar og okkurt annað

1

 

Vælkoma

3

4

Havi hug
Teir reyðu múrsteinarnir ljóðið av túsund bilum og av milliónum av fólki skuldi givið íblástur birt kenslur gleði øði hita ella kulda men eg føli bert maktarloysi havi tørvin at skriva men orðini arga vilja ikki liggja vilja ikki sita vilja ikki standa Havi hug at peika á órætt stórslignar reglur við vælvaldum orðum sum siga at okkurt er galið Havi hug at skriva við orðum at mála mála vakurleikan mála kærleikan mála ástarleikin mála býin Havi hug at skriva um dreymar um kenslur um teg og um meg og um okkum og kanska eitt sindur um tykkum men orðini eru burtur Havi leitað leingi finni tey ikki hvar munnu tey vera

5

Í einum kjallara uppi Undir Varða eitt seinsummarkvøld í 2002
Hetta savn ætlaði eg at geva út í 1995, men eingin vildi geva tað út, og eg hevði hvørki peningin ella orkuna sjálvur. Nú skriva vit 2002, og Barbara, sum eg elski, minti meg á savnið. Eg hugdi aftur í tað, hevði hug at broyta okkurt, hevði skift nógvar av meiningunum út. Men eg lat vera. Savnið er øgiliga erligt, og eg haldi veruliga at her liggur nógv hjartablóð í tí. Eg kann ikki standa inni fyri øllum tí sum eg skrivaði tá, men tað kundi eg tá. Eg haldi at hetta savnið er ein stórur partur av mínum skaldskapið, og tí vil eg geva tað út í óbroyttum líki; so hetta er til minnis um, tá eg var borgarligur.

Í einum raðhúsum undir Kongavarða á Argjum februar 2012
Eg gav ikki savnið út í 2002. Men haldi enn tað er stuttligt, kann enn minni standa inni fyri summum av mínum djúpt borgarligu meiningum, men halt kjaft tær eru sjarmerandi, í 2007 legði eg føroyska partin av hesum savni á mína myspace síðu: myspace.com/nielsuni. Síðan tá havi eg funnið Scribd, og gav í fjør savnið Rótleys Tøgn út á Scribd. Nú kemur so hetta savnið í føroysku og donsku útgávuni á Scribd.

Tøkkir
Eg ynski í hesum savnið bert at takkað rættlesarum mínum: Tórði Jóanssyni, Onkrum sum eg havi gloymt og Arnbirni Dalsgarð, teir hava bert rættlisið tað, sum stendur undir hesum teksti:

6

Innihaldsyvirlit
Vælkoma • Havi hug Svart • • • • • • • • Mamma svevur Tøð Droym um dreymin um friðin Teir komu í nátt Eitt innbrot í Havn Eg hvørvi í skuggunum Eina Neistin (grátt) 10 12 13 14 15 16 17 18 5

Umhvørvi • Snarsinni stórbýarins • Tú • Móðir • Maður við gluggan Tilverðan • Eg veit at eg ikki veit • Eri eg • Hvør svevur • Marx undir koddanum • Bakkus • Eg spurdi gluggan • Vinir frá í gjár • Rabin Mentan • Tú yndisliga moy • Hvussu kann mentan tá mennast • Lágt flog • Dansur dárans • Kvøða til Kappan

20 21 22 23

25 26 27 28 30 31 33 35

37 38 39 40 41

7

Ást • • • • • • • • • • Prinsurin Hví Mín dreymur Klemma meg At mær Kyss meg tá tú vaknar Lívið smílist Tigandi tala Títt gylta hár Saman 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52

8

Svart

9

Mamma svevur
Hann hugdi inn í eyguni á henni, tey vóru kám, hon rørdi seg ikki. Hon svav ikki, eyguni vóru opin, men hon var so still, næstan sum líkini. Lík, ja, tey vóru allastaðni, á gøtunum, í bilunum, inni í húsunum, sjálvt í ánni, har tey vaskaðu sær og fingu sær vatn. Nú lá hon har, líktist teimum, men hon var ikki lík, hon var "Mamma", hon var ikki eitt lík, hon var livandi, hon var tann, ið vardi hann. Hann reisti seg. Hann fór ein lítlan túr. Tað hevði hon jú noktað honum, so mátti hon reisast og skelda hann, tá hann kom aftur. Hann rann eitt sindur millum tjøldini, har lógu lík allastaðni. Ein lítil drongur, kanska fýra ár, sat við eitt lík, royndi at rykkja í tað. “Mamma ikki sova, Mamma vakna”, rópti hann, Hann gekk víðari, hugsaði, hvussu lítil og býttur hasin drongurin var. Nú mátti hann heim aftur, so Mamma kundi skelda hann. Hann rann heimaftur, mamman lá har enn, hann gekk spakuliga yvir til hana, flugur sótu á sárunum, men hon gjørdi einki, veipaði ikki fyri at fáa tær at flyta seg. Hon skeldaði heldur ikki, tá hann kom. Hon lá har við opnum eygum, rørdi seg ikki. Hann helt, at hann kanska visti, at summi fólk kanska svóvu við opnum eygum, kanska. So tað var kanska tað, hon gjørdi, hon svav kanska og kundi tí ikki skelda. Hann setti seg við síðuna av henni, hann var svangur, hann hevði einki fingið at eta leingi. Hann visti, at í taskuni var matur, ikki nógv, men eitt petti av breyði. Men Mamma var sjúk, so tað skuldi hon hava, tá hon vaknaði. Hann var tystur, hann hevði einki fingið at drekka leingi. Hann visti, at vatn var í taskuni. Men Mamma var sjúk, so tað skuldi hon hava, tá hon vaknaði.

* “Ein Big Burgara og Chips, Thousand Island og salt og edikk og soya, og ein Junior Burgara, hava tit hálvar Chips?” Gentan risti við høvdinum. “Gev mær so ein heilan chips afturat, og tvær colair, eina fyri 7 kr. og eina fyri 13”. Gentan fór, men vendi sær so á og spurdi: "Hvat fyri dressing á juniorin?" “Nei, ketchup!” *

10

Hon lá enn og stardi, hann var enn svangari nú, og enn tystari. Men hann vildi eisini sova. Hann legði seg við síðuna av henni, løtu seinni svav hann, men beint áðrenn hann sovnaði, sá hann hin kanska fýra ára gamla koma grátandi framvið

11

Tøð
Fert tú at minnast meg tá blómurnar eru følnaðar á grøvini í kirkjugarðinum har eingin kemur longur Ella skal navn mítt eins og tær følna og hvørva sum tøð fyri nýggjum blómum

12

Droym um dreymin um friðin
Lat okkum tendra eitt ljós og droyma um friðin sum doyði av skotum úr hermanna riflum deyður av bumbum ið detta úr skýnum sum sýruregnsdropar og splintrum ið fúka úr sprongdum børnum ið gloymt hava dreymin um burturrikna friðin ið vitjaði landið tá tey vóru fødd

13

Teir komu í nátt
Teir komu í nátt tungu stivlarnir í túninum og so stilli eina løtu vónaði eg vónaði at friðurin var komin fekk ikki sovið tað harðmælta stillið rópti út um geilarnar og drap øll ljóð Skrálaði so hart at eg ikki fekk sovið lá har og vendi mær snaraði mær royndi at bora høvdið í koddan halda stillinum úti Men so vaknaði kríggið aftur stivlarnir runnu í túninum og róp ið druknaðu í skotum drupu stillið og tá tær fyrstu bumburnar duttu fekk eg aftur sovið í friði

14

Eitt innbrot í Havn
Eitt kríggj í Jugoslavia ein flogvanlukka í Sibiria ein jarðskjálvti í Kina hungursneyð í Somalia folkamorð í Rwanda rasisma í Amerika og eitt innbrot í eini kiosk í Havn

15

Eg hvørvi í skuggunum
Eg skríggi móti ljósinum dagur dagur legg tínar hendur um meg men myrkrið hálar meg við sær og eg missi fótafestið detti niður í køldu aldurnar hómi ljósið flakka har langt uppi yvir vatninum upploysast blandast í myrkursvatni og hvørva í skuggunum

16

Eina
Eg finni ikki higar men tó eri eg her um eg fann hevði eg sloppið heimaftur til tað ið eg veit er betri men ikki finni tó eg var har ígjár

17

Neistin
Av og á leggur myrkrið seg fevnir meg hálar meg til sín og eg gerist tungur alt gerst svart Liggi í náttarinnar kalda lógva ið gerst størri og størri til eg eri um at hvørva kenni meg eina alt er svart dugi ikki at yrkja veit at hini flenna vinirnar svíkja hati heimin ið hatar meg havi hug at sparka tykkum tí eg veit at tit sparka meg Heilt til myrkrið er um at slúka meg tá kemur eitt lítið ljós ein neisti ið verður til loga og eg elski aftur heimin havi hug at prísa tykkum veit at eg dugi at yrkja og yrki eitt kvæði og prísi neistanum í hjartanum tí hvat um hann ikki var komin

18

Umhvørvi

19

Snarsinni stórbýarins
Eitt vikublað lagt á skeivt stað ger meg til stórsta svín á jørð hetta eyðkenda snarsinni ið tú sær allastaðni í bussinum tá hurðarnar ikki opnast á vegnum tá ljósið skiftir ella í handlunum tá kø er hesa ferð er tað meg sum tað gongur útyvir havi lagt "Hjemmet" niður á kassabandið hon heldur tað vera skitið og skírir meg stórsta svín síðan Hitler eg við mínum keypta smíli selji sál mína og býði gott vikuskifti meðan býurin er um at bresta av snarsinni eg føli at eisini eg broytist sjálvt á arbeiðsplássinum har eg verði løntur at smíla móti snarsinni stórbýarins eri eg um at tapa móti S.S.

20


Uttan fyri gluggan liggja flisar kaldar sementflisar harðar og gráar Uttan fyri gluggan liggur náttin ið ballar bumsar og skøkjur saman við forelskaðum pørum Uttan fyri gluggan liggur tú kaldur og harður einki nertir teg hevur verið her í øldir sæð kongar fallið sæð aðrar risið men tú bert stendur sum áður Sæð meira sorg og meira gleði enn nakrantíð síggja eg skal og ikki tað nemur teg tú er sum áður kaldur og gráur men sterkur Um børn tíni gráta um børn tíni doyggja Ikki fellur tú tárið um sólin teg brennir um kuldin teg bítur ikki tað minsta teg nemur tú ert uttan iva so kaldur sum eingin og børn tíni kølna so støðugt

21

Móðir
Móðir tú ið liggur bundin neyðtikin av egnum børnum ið nú pantseta teg fyri at gjalda egna skuld Móðir teg vit vilja selja til tann ið bjóðar hægst og reypar mest fyri at verða tann ið tær gevur banahøgg og selur títt blóð fyri Mammon Móðir eg gráti um teg og eg gráti um okkum æruna hava vit mist ríkidømið hava vit mist men hvat ger tað tá vit hava teg Móðir tár eg felli tí við hesum missa vit teg og hvat hjálpa milliónir tá

22

Maður við gluggan
Maður tú ið ið stendur við brotna gluggan og sær tíni spor í kavanum á veg burt frá glugganum Eg spyrji teg Kendi tú gluggans lagnu tá hevði tú gingið somu leið ella hevði tú staðið við hann og vart hann móti teirri ódn ið herjaði Tú svarar - at tú hevði vart hann Og eg spyrji kendi ikki tú eins væl og eg gluggans lagnu og vóru ikki sjálvir vit upprunin til ódnina

23

Tilveran

24

Eg veit, at eg ikki veit
Onkuntíð minnist eg løtu løtu ið ongantíð var tó at eg veit at hon var so veit eg hon ongantíð var eg veit at eg dugi at sveima mót himni sveimandi hátt og minnist eg løtur á flogi tó ikki eg flúgva kann leggist eg niður og royni so veit eg eg sveima kann men leggist eg niður og royni eg liggjandi verða man Eg veit at eg havi sveimað nær tað minnist eg ei ein dreymur tað var tað ikki tað alt ov veruligt er tess meira eg hugsi um hetta tess meira torskilt tað gerst og at enda eg gevist at hugsa og veit bert eg ikki veit

25

Eri eg
Sum ein stavur í einum orði í einum setningi á eini reglu á eini síðu í eini bók á eini hyll í eini hyllarøð í einum horni í eini stovu á einum bókasavni í einum háhúsi á eini gøtu í einum býarparti í einum býi í einum landsparti í einum landi í einum heimsparti í einum heimi í eini rúmd eri eg so lítil og tó so týðandi

26

Hvør svevur
Svevur Gud rópar ein máttleys sál móti himni meðan líkini av svium, finnum og estum reka framvið so óverulig og tó so verulig sum ein áminning um deyðans nærveru køldu Svevur Gud rópar ein ill sál meðan børn doyggja í Rwanda av hungri av sjúku av skotum Svevur Gud rópar ein mamma haldandi barn sítt ið deytt er av serbiskum sniðskjúttaskotum Sova tit mælir Gud av himni haldandi son sín Messias hvat er so ringt við at doyggja

27

Marx undir koddanum
Eg hyggi inn í moyðsins nýggja andlit ið blakar tankar, meiningar og spurningar á mín bera kropp mjørkin er burtur og hugur mín vekist Avgudar trína fram ein ið er vakrari enn eg ein ið er sterkari enn eg ein ið er óndari enn eg ein ið er klókari enn eg Avgudar av ymsari stødd av ymsari útsjónd av ymsum kyni ja, ógvuliga ólíkir eru teir men hava tó eitt til felags teir nøkta ein tørv Vit sóknast gudar ið kunnu geva okkum styrki veikleika hatur og kærleika um tað er Messias ella Madonna Moon ella Kurt Cobain tað er líkamikið allir nøkta sama tørv tørvin at vera lítil tørvin at trúgva á okkurt * Hann flennir at mær tí eg trúgvi á Gud heilt ærligt Sívar er tað ikki for platt "Jesus livir, hann doyði fyri meg" siterar hann Oblivion og vendir so aftur til Marx sum liggur undir koddanum

28

Innantanna risti eg við høvdinum Gud gevur mær tryggleika hjálpir mær við at fata lívsins gátur gevur mær rammur Hann trýr ikki á Gud og dyrkar tí annað hann dyrkar veruleikafjarar hugsjónir ið eru guddommiligar men ongantíð fara at virka tær geva honum tryggleika hjálpa honum við at fata lívsins gátur geva honum rammur Tørvurin er har sjálvt tey ið einka trúgva gera tað at einki at trúgva til sín átrúna til sín avgud so um tey flenna at mær ella tær lat tey tí so flenna tey eisini at sær

29

Bakkus
Bachus tú gudur teirra flýggjandi harri teirra ið ræðast skuggar tey lovprísa tær meðan tú skræðir tey sundur gevur skuggunum anda og sál tú doyvir tey eina løtu rurar tey í falskan svøvn so tey vakna við kaldan dreym vavd inn í enn myrkari skuggar ið hava anda og sál

30

Eg spurdi gluggan
Hvat er meiningin við lívinum spurdi eg gluggan ið vísti mær heimin fólk á súkklum til gongu ella í bili ein reyðhærdur Nettoposi við undirbiti gekk spakuliga framvið og bleiv kvikliga yvirhálaður av einum slipsi við tasku Eg fór frá glugganum ið ei gav mær svarið eg tendraði Gudin har lív vórðu týnd av blóðtystum palistinensarum ið hata friðin uttan at vita hví og uttan at kenna hann eg trýsti á Gudin sum vísti mær Melrose Place men meiningin var enn duld Eg livdi við spurninginum spurdi mangan gluggan men hann svaraði á sama hátt tann reyðhærdi var nú svartur og slipsi ein súkkla men svarið var enn ógreitt Til tú komst og vísti mær svarið meiningina við lívinum títt smíl tínir smáu fingrar ið leita eftir orðum tín lítli munnur ið sýgur lívsins vatn

31

Tú verðsins stórsta undur tú hevur lívið tó tú enn ei kennur tað tú skalt arva heimin vónandi hatar tú hann minni enn vit gera Eg kenni ei tína leið ei heldur kann eg ganga hana fyri teg tað er tín lutur og hann manst tú sjálvur bera best men barlast kann eg geva tær og tað er meiningin við mínum lívi

32

Vinir frá í gjár
Eg møti vinum frá í gjár tá karmar lógu á trappuni og bøurin var Vietnam og eg Rambo ella Chuck Norris tann brotna Winchester rifflan var ein bazooka og vinirnir fíggindar Vinir frá í gjár tá verðin var spennandi tá alt antin var heilt rætt ella heilt skeivt tá Komeini var óndur og Idi Ameen ja, Idi Ameen hann át fólk tá mamma var úti tá kom hann eg sá skuggarnar hann var óndur Á Sandi niðri í mølheyggjunum um summarið í ánni fangaði skrubbur við vinum sum eg møti í dag

33

Alt er broytt verðin er lunkað júst sum rættvísi hvør hevur rætt hvør fer skeivur ofta síggi eg báðar síður onkuntíð síggi eg eina síðu men vinurin frá í gjár sær hina síðuna er tað eg ella er tað hann ið hevur rætt og tó vit skeldast eru vit ikki fíggindar heldur ikki vinir men ikki fíggindar meðan lívsins tjúkka skadda ger alt minni sjónligt

34

Rabin
Rabin eg gráti ei um teg ikki eitt einasta tár tú hevur funnið friðin tú sóknaðist eftir tí syrgi eg ei um teg hvíl í friði Eg kendi teg ei men títt lívsverk tað stendur sum ein varði og við slíkum varða á grøv tíni kanst tú doyggja í friði Rabin eg gráti men ei um teg heldur um Ísrael Palestina allan heimin tú royndi at skapa frið í Ísrael men fann í staðin frið sjálvur tað unni eg tær men hvat við okkara friði skal hann doyggja við tær kunnu vit ið eftir eru finna frið í heiminum áðrenn vit finna okkara egna endaliga frið

35

Mentan

36

Tú yndisliga moy
Hví man mjørkin hava fevnt teg lagt seg um teg gráur og mjúkur og keðiligur Tú ið vart í blóma er nú følnað tú yndisliga moy tú hevði dansin ið kókaði men nú er dansurin hálvdeyður hann ið fyrr var stórsta synd er nú ein fyri tey flestu keðilig traditión Tínir yrkjarar og málarar eru hovnir tíni tónaskøld verða skúgvað burtur bert nøkur fá sleppa at liva tú ert sett upp á ein skammil ert blivin veruleikafjar ið staðin fyri at liva teg stilla vit okkum í runding kring teg hyggja at tær diskutera óført hvussu og hvat og fara so heim har tú fevnir okkum á ein nýggjan hátt gjøgnum sjónvarpið ið gandar okkum hetta er nýggja andlit títt og tað flytur mjørkan ið fevnir teg

37

Hvussu kann mentan tá mennast
Tá ein ið einki sigur verður gjørdur størstur og teir ið vilja vera við at teir siga okkurt hava hann sum fyrimynd hvussu kann mentan tá mennast Vit hava orðið vit eru tey ið skulu skapa vit skulu mála veruleikan so um tann størsti av okkum málar tómleika hvussu kann mentan tá mennast Tá vit ið skapa savnast um tómleikan vilja verða sum tann ið spælir spælir við líkasæl orð so tey ljóða av nógvum men eru einki hvussu kann mentan tá mennast Lat okkum hyggja móti øðrum lat okkum fylla tað tóma hyggja mót teim ið skapa skapa kvæði við meining lat okkum æra teir stóru og læra av teimum tá skal mentan mennast

38

Lágt flog
Eitt skald greiðir frá um nýggja savnið um hugsjónir minnir og dreymar um háfloygdar løtur um Føniks á flog um yrkjarans avgongu miklu um tað ið skal út og hvussu og nær um sjálvt tað at yrkja og skapa Eg kenni meg lítlan sum var eg eitt barn ið stóð millum øll hesi vaksnu mítt kvæði er einfalt ei háfloygt sum hans mín hugsjón er greið fyri øllum Onkuntíð setist eg niður at yrkja uttan at vilja at yrkja hetta er óhoyrt hoyri eg tað siga allir teir klóku og lítli eg tí ongantíð verði roknaður millum teir stóru

39

Dansur dárans
Hvør yrkti kærleikan spyr ein drumbur ið júst hevur hoyrt at kærleikin er poesi meðan ein kona í Gøtu mjólkar kúnni og eingin veit hví Saddahm er býttur hvat er rætt og hvat er galið spyr lykilin ið ikki finnur lyklarholið uttan kumpass Alt meðan Enekk syngja um tigandi andlit úti í mjørkanum ið hvarv tá eg gjørdist kongur í egnari borg væl at merkja og trælirnir keypa øl í kioskini sum altíð hevur verið sjálvt tá hon ikki var tí hon veit við hesum at eisini eg dugi Ja eg dugi at yrkja um einki

40

Kvøða til Kappan
Tú vart av teim stóru størstur tær skonkt var kvasablóð tú Kappin Útlegni mikli tað fylti tær krop og sinn Hataður vart tú av summum og tey tær ynsktu mein men hetta er mangan lagnan ið størstum av monnum berst Tú Kappin Útlegni mikli í minninum livir tú enn tú sett hevur spor í klettin ið ei kunnu skavast burt Títt skaldaverk stóra mong frøðir mangt brosið tað lokkar fram men eisini summi tað argar eins nú, ið tað gjørdi tá Tú illa vart líddur av summum og kallaður mangt tú vart bert tí tú ei var sum onnur og ei vildi leggjast í teym Tú føroyingsins sambandslyndi vamlaðist harmur við og græt yvir tjóðina bundnu ið ei hevði frælsishug Tú fanst at tí skeiva ið hendi og hataði dupultmoral slíkt ei í vár dunnuhyli slíggjutta góðtikið varð Tá deyðin tær vann á og køvdi tey trúðu at nú var av men yrkingar tínar standa og arga tey enn í dag

41

Ást

42

Prinsurin
Um eg gevi tær lov vilt tú elska meg ella vilt tú sita sum tú situr starandi gjøgnum gluggan bíðandi eftir prinsinum ið ongantíð kemur

43

Hví
Títt smíl tíni eygu títt andlit tín kroppur títt sinni tú tú dregur meg at tær míni eygu mítt hjarta meg Eg veit, at eg vil eg vil eg vil eg vil eg vil eg vil hava teg Mín sál leingist at fløkjast inn í tína og saman finna gleði í heita favni Erosar Tað er teg eg vil hava títt smíl tíni eygu títt andlit tín kropp títt sinni teg men tú vilt ikki hava meg

44

Mín dreymur
Mín sál dansar í myrkrinum til stev hjarta tíns dansar móti ljósinum ið varisliga vaknar av pumpandi stevinum sum spakuliga køvist og eg vakni í ljósinum uttan teg tí tað var bert ein dreymur

45

Klemma meg
Eg kenni títt mjúka hold sjálvt um tú langt síðani er farin títt heita klemm liggur enn sum ein ringur um meg hitar meg í vetrarnáttini og hjarta mítt gleðist sjálvt um eg kanska ongantíð fái teg so havi eg títt klemm títt vinarlag og tað hitar meg í vetrarnáttini

46

At mær
Myrkrið bankar uppá teskar at náttin er komin enn ein nátt uttan teg myrkur kuldi og so einsemið longsul hjarta míns Dreymurin um teg enn ein nátt við dreyminum men uttan teg enn ein nátt Kyss meg í morgin gev mær styrki til komandi nætur í myrkrinum í kuldanum undir dýnuni uttan teg men við dreyminum um teg í myrkrinum í hitanum at mær

47

Kyss meg tá tú vaknar
Eg vil mála teg við orðum mála títt smíl tíni eygu við orðum Eg vil mála mínar kenslur hugin at føla teg at mær lukta teg smakka teg droyma við tína lið og kyssa tít morgunljóta andlit tá tú vaknar í mínum favni Men orðini eru horvin finni eingi ið eru nóg vøkur sum mála mínar kenslur og hvussu deiliga ljót tú er á morgni

48

Lívið smílist
Tònarnir blikna víni ornar og dagurin vaknar ljósið kínir mær og býður góðan morgun Gløsini standa sum í gjár hálvfull ella hálvtóm Íbúðin rópar eftir einum kusti klædnapløgg sløðast um stólarnar og ein einsamallur hýtupakki liggur á borðinum Eg minnist gleði til tónarnar av Holger Lauman og Plúmm àstarleiks soundtrack Himmalin smílist yvir takinum á Dumex dagurin smílist lívið smílist eg smílist og bori meg enn tættari at tær kyssi tínar vaknandi varrar á ferð til Nirvana

49

Tigandi tala
Góða møt mær í mjørkanum lat okkum leita eftir gleði í tí gráa hoyra heiðafuglin ið vit ikki síggja syngja orð ið vit ikki skilja í mjørkanum Eg vil hvíla í lynginum í tí gráa, bleyta, váta síggja seyð sum neyt og eingi neyt og føla támið kína mær um ennið meðan eg kíni tær liggjandi í mjørkanum Kyss meg lat varrarnar tala ikki við orðum men kossum ið siga nógv meira enn orð lat meg kyssa teg í dag í mjørkanum Mínar varrar móti tínum hvíta hálsi tínum bróstum tínum kroppi ið rópar eftir kærleika meðan eg kyssi hann í mjørkanum Legg teg í lyngin og hoyr varrarnar tala lýð á taluna og lat kropparnar møtast renna saman í eitt við mjørkan í ballar okkum á ferð til Nirvana

50

Títt gylta hár
Lat meg hvíla við tína lið kyssa tín nakna kropp í náttini sum ballar okkum Lat meg droyma droyma við tær í mínum favni um teg í mínum favni og vakna av tínum kossum Lat meg kína tín nakna rygg kyssa tínar herðar háls varrar lukta títt gylta hár og finna gleði Lat meg elska teg elskast við tær vakna við tær í mínum favni og elskast við tær enn eina ferð Eg elski teg

51

Saman
Í hoynum í kvøld klokkan átta eg og tú okkara heitu kroppar mót hvør øðrum saman í hoynum

52