You are on page 1of 21

SKRÁIR FYRI FLAGGSIGLING 2019

SKIPINI FARA AV HAVNINI HÓSDAGIN 16. MAI, KL. 19

Odense
23. - 26. mai 2019

Hósdagin hin 23. mai


kl. 16:00 - 18:00
Føroysk framsýning í Nordatlantisk Hus. Hetta er søluframsýning. Øssur Mohr og Amariel
Norðoy sýna fram. Seinasti framsýningardagur er 1. august.

kl. 16:15
Fernisering. Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, letur føroysku málningaframsýningina
upp.

kl. 17:00
Klaksvík í miðdeplinum - Klaksvíkar Kommuna kunnar um Klaksvíkar bý, m.a. um lestrar-
og búsetingarmøguleikar.
BankNordik kunnar um virksemi bankans.
Kunningin fer fram í Nordatlantisk Hus.

kl. 18:00 - 19:00


Skipini koma til Odense við Nordatlantisk Hus. Føroyskir árabátar frá róðrarfelagnum
Frigglauget taka ímóti føroysku træskipunum. Møguliga koma nøkur donsk træskip afturat
skipafylginum.
Livandi føroyskur sjómanstónleikur umborð á Westward Ho, meðan skipini sigla inn móti
bryggjuni við Nordatlantisk Hus.

BANKNORDIK
Móttøka á bryggjuni. Umboð fyri býráðið í Odense bjóða føroyska skipafylginum vælkomnum
til Odense, og borgarstjórin í Klaksvík Jógvan Skorðheim og umboð fyri Klaksvíkar Kommunu
taka ímóti. Formaðurin fyri føroyingafelagið á Fjóni bjóðar somuleiðis vælkomin.

kl. 19:00 - 21:00


Westward Ho stongd vegna móttøku.

kl. 19:15 - 21:30


Opið skip (undantikin eru skipini, har móttøka er). Almenningurin hevur møguleika fyri at koma
umborð á skipini. Almenningurin verður vístur runt og fær kunning um tann týdning sluppirnar
høvdu fyri menningina av tí føroyska samfelagnum seinast í 1800-talinum. Skipstónleikararnir
spæla á dekkinum á einum av skipunum.

kl. 20:00
Dragin, skip við heimstaði í Klaksvík, er stongt vegna móttøku av serliga innbodnum gestum.

kl. 20:00 - 21:30


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir blues o.a. í túninum við Nordatlantisk Hus
Síðani verður føroyskur dansur í Nordatlantisk Hus.

Fríggjadagin hin 24. mai


kl. 09:00 -12:30
Barnagarðar og nakrir 6. flokkar í Odense fara at vitja umborð á skipunum.

kl. 11:00 - 18:00


Føroysk framsýning í Nordatlantisk Hus. Talan er um søluframsýning. Øssur Mohr og Amariel
Norðoy sýna fram. Seinasti framsýningardagur er 1. august.

kl. 10:00 - 19:00


Búðir í Norðdatlantisk Hus, har føroyskir framleiðarar sýna fram og selja ymiskar vørur.
Handilin í Nordatlantisk Hus selur vørur, sum eru sniðgivnar í Føroyum.
Kunnandi tilfar um Føroyar sum ferðamannaland.

kl. 13:30 - 19:00


Opið skip. Almenningurin hevur atgongd til skipini. Almenningurin verður vístur runt og fær
frágreiðing um tann týdning, sluppirnar høvdu fyri menningina av tí føroyska samfelagnum síðst
í 1800-talinum. Eisini verður greitt frá søguni hjá teimum einstøku skipunum.

kl. 14:00 - 14:45


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir m.a. blues og føroyskan tónleik í túninum við Nordatlantisk
Hus.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So “Tann, ið kemur fyrst...”

BANKNORDIK
kl. 16:00 - 16:45
Stanley Samuelsen spælir lívligan gittartónleik og syngur føroyskar sangir á túninum við
Nordatlantisk Hus.

kl. 16:15 - 17:45


Skipstónleikararnir spæla føroyskan sjómanstónleik á dekkinum á einum av skipunum.

kl. 16:30 - 17:30


Klaksvík í miðdeplinum - Klaksvíkar Kommuna skipar fyri kunningarfundi fyri føroyskum
lesandi á Fjóni. Tað verður kunnað um m.a. íbúðar- og útbúgvingartilboð í Klaksvík. Stað:
Dragin.

kl. 17:00 - 18:00


Skattaleiting umborð á skipunum fyri børn í aldrinum 6-10 ár. Í mesta lagi fýra børn í hvørjum
bólki.

kl. 20:00 - 21:30


Skipstónleikararnir spæla føroyskan sjómanstónleik á dekkinum á einum av skipunum.

Leygardagin hin 25. mai


kl. 11:00 - 19:00
Føroysk framsýning í Nordatlantisk Hus. Talan er um søluframsýning. Øssur Mohr og Amariel
Norðoy sýna fram. Seinasti framsýningardagur er 1. august.

kl. 10:00 - 18:00


Búðir í Nordatlantisk Hus, har føroyskir framleiðarar sýna fram og selja ymiskar vørur.
Handilin í Nordatlantisk Hus selur vørur, sum eru sniðgivnar í Føroyum.
Kunnandi tilfar um Føroyar sum ferðamannaland.

kl. 12:00 - 19:00


Opið skip. Almenningurin hevur atgongd til skipini. Almennigurin verður vístur runt og fær
frágreiðing um tann týdning, ið sluppirnar høvdu fyri menningina av tí føroyska samfelagnum
síðst í 1800-talinum.

kl. 13:00 - 14:00


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir m.a. blues og føroyskan tónleik í túninum við Nordatlantisk
Hus.

kl. 14:00 - 15:00


Skattaleiting fyri børn í aldrinum 6-10 ár. Í mesta lagi fýra børn í hvørjum bólki.

kl. 14:00 - 17:00


Kappróður við føroyskum bátum í innaru havnini. Bátafelagið Frigglauget skipar fyri.

BANKNORDIK
kl. 14:45 - 16:15
Skipstónleikararnir spæla føroyskan sjómanstónleik á dekkinum á einum av skipunum.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu umborð á Norðlýsinum til onki er eftir. So “Tann, ið
kemur fyrst...”

kl. 17:00 - 18:00


Sámal Ravnsfjall spælir blues o.a. í túninum við Nordatlantisk Hus.

kl. 18:00 - ??
Oynnartak – føroyskir bátar rógva kapp um Byens Ø. Frigglauget skipar fyri.

kl. 19:00 - 20:00


Jakob Haugaard, hvørs móðir er føroyingur, framførir á pallinum.

kl. 20:30 - 21:30


Skipstónleikararnir spæla føroyskan og altjóða tónleik á dekkinum á einum av skipunum.

kl. 21:30
Konsert við føroyska bólkinum Hamradún á pallinum. Frigglauget skipar fyri.

Sunnudagin hin 26. mai


kl. 11:00 - 18:00
Føroysk framsýning í Nordatlantisk Hus. Talan er søluframsýning. Øssur Mohr og Amariel
Norðoy sýna fram.

kl. 13:00 - 16:00


Opið skip. Almenningurin hevur atgongd til skipini. Almenningurin verður vístur runt og fær
frágreiðing um tann týdning, ið sluppirnar høvdu fyri menningina av tí føroyska samfelagnum
síðst í 1800-talinum.

kl. 13:00 - 16:00


Búðir í Norðuratlantiska Húsinum, har føroyskir framleiðarar sýna fram og selja ymiskar vørur
Handilin í Nordatlantisk Hus selur vørur, sum eru sniðgivnar í Føroyum.
Kunnandi tilfar um Føroyar sum ferðamannaland.

kl. 14:00 - 15:30


Sámal Ravnsfjall spælir m.a. blues á dekkinum á einum av skipunum.

kl. 17:00
Skipini sigla móti Århus.

BANKNORDIK
ÅRHUS
27. - 28. mai 2019
Mánadagin hin 27. mai
kl. 10:00 - 11:00
Skipafylgið siglir móti Honørkajen í Århus í fylgi við træskipum frá Århus (Træskibshavnen).

kl. 11:30
Umboð fyri býráðið í Århus bjóða skipunum vælkomnum, og tey føroysku feløgini taka ímóti.

kl. 13:00 - 19:00


Í búðum á Honørkajen verða føroyskar vørur sýndar fram.

kl. 13:00 - 20:00


Kunning um Føroyar á skíggjum við Hovedbiblioteket í Dokk 1.

kl. 13:00 - 20:00


Sýnt verður kunningartilfar um Føroyar á stórskíggja við Honørkajen og í búðum á Honørkajen.

kl. 14:00 - 21:00


Føroysk bókaframsýning á Hovedbiblioteket í DOKK 1. M.a. luttaka føroyska forlagið Sprotin,
ið er tað forlag í Føroyum, sum gevur flest bøkur út, Forlaget Torgard og Bókadeild Føroya
Lærarafelags. Bøkur hjá forløgunum eru til keyps í búðunum við skipini.

kl. 14:00 - 14:45


Í sambandi við at bókaframsýningin letur upp, verður føroyskur tónleikur spældur í DOKK 1, og
sýndir verða 5 føroyskir stuttfilmar, ið ungir føroyskir leikstjórar hava gjørt tey seinastu árini.
Filmarnir vara á leið 15 min í part. Allir filmarnir hava luttikið í árligu Geytakappingini.

kl. 14:00 - 15:00


Í høli fyri seg (lýst verður seinni í hvørjum høli) í DOKK 1 verður fyrsti, veruligi føroyski
spælifilmurin Atlantic Rhapsody sýndur. Katrin Ottarsdottir hevur bæði skrivað handrit og
framleitt filmin.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis við Honørkajen, til onki er eftir. So “Tann, ið
kemur fyrst...”

kl. 16:00 - 17:30


NAVITAS (Maskinmeistaraskúlin) við endan av Honørkajen. Klaksvík í miðdeplinum -
Klaksvíkar Kommuna hevur í NAVITAS í samarbeiði við BankNORDIK kunning um bústaðar-
og lestrarmøguleikar í Klaksvík og um virksemi hjá BankNORDIK í sínari heild.

BANKNORDIK
kl. 16:00 - 17:00
Katrin Ottarsdóttir lesur úr bók síni 43 Bagateller. Føroyska heitið á bókini er 43 bagatellir.
Upplesturin verður bæði á donskum og føroyskum. Síðani verður orðaskifti. Møguleiki verður
fyri at keypa bókina eftir Katrini Ottarsdóttir.

kl. 17:00 - 19:00


Móttøka umborð á einum av skipunum fyri serliga innbodnum gestum.

kl. 17:00
Øst for Paradis vísir filmin BARBARA, ið Nils Malmroes hevur leikstjórna við støði í
skaldsøgu hjá Jørgen Frantz Jacobsen við sama navni. Áðrenn sýning hugleiðir Nils Malmros um
filmsupptøkurnar og um tær serligu avbjóðingarnar, sum vóru í Føroyum, í sambandi við
filmsupptøkurnar..

kl. 17:15 - 18:15


Skipstónleikararnir spæla føroyskan tónleik umborð á Westward Ho við Honørkajen.

kl. 19:00 - 19:45


Joan Pauli Joensen, professari, av Fróðskaparseturi Føroyar, hevur í DOKK 1 framløgu um
menningina av tí føroyska skipaflotanum tey seinastu 150 árini.

kl. 20:00 - 21:00


Stanley Samuelsen syngur og spælir hugtakandi og lívligan tónleik í Sal 1 á Hovedbiblioteket í
DOKK 1. Í sambandi við konsertina ber til at keypa fløgur eftir Stanley Samuelsen.

Týsdagin hin 28. mai


kl. 09:30 - 13:00
Møguleiki verður hjá skúlaflokkum í Århus kommunu at koma umborð á skipini og fáa eina
frágreiðing um hesi og um Føroyar. Møguleiki verður fyri at onkur av manningini vitjar í teimum
flokkum, ið koma umborð, fyri frammanundan at greiða næmingunum frá um Føroyar.

kl. 10:00 - 20:00


Kunning um Føroyar á skíggjum á Hovedbiblioteket í DOKK 1. Harumframt varða eisini vístir 5
føroyskar stuttfilmar, ið eru framleiddir av ungum filmsleikstjórum. Filmarnir vara á leið 15 min
í part. Allir filmarnir hava luttikið í árligu Geytakappingini.

kl. 10:00 - 20:00


Sýning av kunningartilfari um Føroyar á stórskíggja við Honørkajen og á skíggjum í búðunum.

kl. 10:00 - 18:00


Ymisk tiltøk á bryggjuni. M.a. búðir, har ymiskar føroyskar vørur, sum kunnu keypast, verða
sýndar fram.

BANKNORDIK
kl. 14:00 - 15:00
Skipstónleikararnir spæla føroyskan tónleik við búðirnar á Honørkajen.

kl. 14:00 - 18:00


Opið skip. Gjørligt verður hjá almenninginum at koma umborð og fáa kunning um tey einstøku
skipini.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis við Honørkajen, til onki er eftir. So “Tann, ið
kemur fyrst...”

kl. 16:00 - 19:00


Høvuðsstuðulin skipar fyri einum familjutiltaki, har kundar og starvsfólk hjá fyritøkuni fáa
møguleika fyri at sigla ein túr út í Århus Bugt við einum ella fleiri av teimum føroysku
skipunum. Gjørligt verður eisini at fiska. Gomul donsk træskip luttaka eisini í siglingini.

kl. 18:00 - 20:00


Móttøka umborð á Draganum fyri serliga innbodnum gestum.

kl. 20:00 - 21:00


Føroyskur dansur verður umborð á einum av skipunum ella á bryggjuni.

kl. 21:30
Siglt verður frá Århus móti Helsingør.

Helsingør
29. - 30. mai 2019
Mikudagin hin 29. mai

Við Bølgebryderen
kl. 09:45
Skipini koma til Helsingør Havn og leggja at við Bølgebryderen. Meðan siglt verður inn, spæla
skipstónleikararnir føroyskar sjómanssangir, og manningarnar syngja við. Meðan lagt verður at,
syngur Shantykoret (Helsingør Sømandsforening), og Havnar Harmonikufelag spælir eisini
nøkur løg.

kl. 10:10
Helsingør Býur tekur alment ímóti skipunum. Havnar Harmonikufelag spælir í sambandi við
móttøkuna.

Umborð

BANKNORDIK
kl. 10:30 - 13:00
Skúlaflokkar vitja skipini í tveimum liðum. Fyrsta lið frá 10:30 til 11:30 og næsta lið frá 12:00 -
13:00. Greitt verður næmingunum frá um søguna hjá flagginum og skipunum, umframt at
kunnað verður um Føroyar.

kl. 13:00 - 18:00


Opið skip. Almenningurin fær høvi at koma umborð og síggja skipini og síggja umstøðurnar,
sum manningin livdu undir, tá ið fiskað varð t. d. undir Íslandi.

kl. 13:30 - 14:30


Skipstónleikararnir spæla á dekkinum á einum av skipunum.

kl. 17:00 - 19:00


Móttøka umborð á Norðlýsinum fyri serliga innbodnum gestum.

Í landi
10:45 - 11:30
Havnar Harmonikufelag spælir á eldradeplinum Montobello.

kl. 12:00 - 13:00


Havnar Harmonikufelag spælir á torginum í Helsingør.

kl. 13:30 - 14:30


Havnar Harmonikufelag spælir á eldradeplinum Grønnegården.

kl. 15:00 - 15:45


Joan Pauli Joensen, professari, av Fróðskaparseturi Føroyar, hevur framløgu um menningina av
tí føroyska skipaflotanum tey seinastu 150 árini.
Stað: Fyrilestrasalurin í Museet for Søfart.

kl. 15:00 - 18:00


Birgir Enni er føroyskur gestakokkur í M/S Café.

kl. 15:15 - 16:00


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir serliga blues í M/S Café.

kl. 16:00 - 18:00


Í M/S Café borðreiða føroyskir tónleikarar, Shantykoret og Stanley Samuelsen støðugt við
tónleiki fyri likam og sál.

kl. 16:00
Møguleiki fyri at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So “Tann, ið kemur
fyrst...”

BANKNORDIK
kl. 19:00 - 22:00
Skipstónleikararnir spæla føroyskan tónleik á bryggjuni við skipini framman fyri Museet for
Søfart. Eisini Shantykoret og Havnar Harmonikufelag luttaka.

Hósdagin hin 30. mai


Umborð
kl. 08:30
Gestir, ið skulu sigla við skipafylginum frá Helsingør til Keypmannahavn, koma umborð.

kl. 09:00
Siglt verður móti Keypmannahavn (uml. 22 sjómíl).

BANKNORDIK
Keypmannahavn
30. mai - 5. juni
Hósdagin hin 30. mai
kl. 13:30
Skipafylgið nærkast Operahúsinum, har føroyskir bátar við Dianu Victoriu á odda rógva
framman fyri skipafylginum móti Norðuratlantsbryggjuni, har skipini leggja at.
Meðan siglt verður móti Norðuratlantsbryggjuni, spælir Havnar Harmonikufelag føroyskar
sjómanssangir, og manningarnar syngja við.
kl. 15:00
Skipafylgið liggur við bryggju.
kl. 15:10
Móttøka verður fyri skipafylginum á Norðuratlantsbryggjuni.

Á bryggjuni
kl. 13:00 - 18:00
• Sendistova Føroya á Norðuratlantsbryggjuni er opin, og almenningurin hevur høvi at síggja tað
fasta málningasavnið.
• Málningaframsýning á Sendistovu Føroya á Norðuratlantsbryggjuni. Hetta er søluframsýning,
har føroyskir málarar sýna fram.

kl. 10:00 - 18:00


Húsið Norðuratlantsbryggjan hevur opið. M.a. er framsýning og søla av føroyskari framleiðslu
úr sølubúðini, umframt málningaframsýning við føroyska málaranum Anker Mortensen.

kl. 10:00 - 18:00


Framsýning og søla av føroyskari málningalist í hesum gallaríum í Keypmannahavn:
• Bredgade Kunsthandel, Bredgade 67-69, 1260 København K. Listasølan, sum verður í
døgunum 23. mai til 8. juni, er ein serframsýning við hesum føroysku málarum: Arnold
Vegghamar, Bárður DC, Bárður Jákupsson, Ragnhild Hjalmarsdóttir, Sigrun Gunnarsdóttir og
Zacharias Heinesen. Í sambandi við fernisering 23. mai spælir Son of Fortune. Fríggjadagin 3.
mai, kl. 17 - 18 undirheldur føroyski bólkurin Swangha í listahandlinum.
• Galleri Sct. Gertrud, Møntergade 10, 1116 København. Listasølan Sct. Gertrud hevur
fernisering leygardagin 25. mai, kl. 16:00. Málningar eftir Amariel Norðoy verða sýndar fram.
• Gallery Norðoy, Hedebygade 2, 1153 København V.

kl. 16:30 - 17:30


Skipstónleikararnir spæla føroyskan tónleik framman fyri Norðuratlantsbryggjuna.

Umborð
kl. 15:30 - 17:30
Móttøka umborð á einum skipi fyri serliga innbodnum gestum.

BANKNORDIK
kl. 17:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So „ Tann, ið kemur fyrst...“

kl. 17:30 - 20:00


Opið skip. Almenningurin hevur møguleika fyri at koma umborð á skipini. Almenningurin
verður vístur runt og fær kunning um týdningin, ið skipaslagið hevur havt fyri menning av
føroyskum vinnulívi.

kl. 19:30 - 20:30


Skipstónleikararnir spæla føroyskan tónleik framman fyri Norðuratlantsbryggjuna.

Fríggjadagin hin 31. mai


Á bryggjuni
kl. 10:00 - 17:00
• Sendistova Føroya á Norðuratlantsbryggjuni er opin, og almenningurin hevur høvi at síggja
fasta málningasavnið hjá sendistovuni.
• Málningaframsýning á Sendistovu Føroya á Norðuratlantsbryggjuni. Talan er søluframsýning,
har føroyskir málarar sýna fram.

kl. 10:00 - 18:00


Húsið Norðuratlantsbryggjan hevur opið. M.a. er framsýning og søla av føroyskari framleiðslu
úr sølubúðini, umframt málningaframsýning við føroyska Anker Mortensen.

kl. 10:00- 18:00


Framsýning og kunning um Føroyar í búðunum á bryggjuni framman fyri húsið
Norðuratlantsbryggjan.

kl. 13:00 -14:15


Skipstónleikararnir spæla føroyskan tónleik framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So „ Tann, ið kemur fyrst...“

kl. 15:00 - 16:15


Havnar Harmonikufelag spælir umborð á einum av skipunum.

kl. 19:00 - 20:15


Skipstónleikararnir spæla á bryggjuni framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan.

Umborð
kl. 14:00 - 19:00

BANKNORDIK
Opið skip. Almenningurin hevur møguleika fyri at koma umborð á skipini. Almenningurin
verður vístur runt og fær kunning um týdningin, ið skipaslagið hevur havt fyri menning av
føroyskum vinnulívi.

kl. 14:00 - 16:00


Afturlatin móttøka umborð á Westward Ho.

kl. 18:00 - 21:00


Afturlatin móttøka umborð á einum ella tveimum av skipunum.

Leygardagin hin 1. juni


Á bryggjuni
kl. 11:00 - 16:00
• Sendistova Føroya á Norðuratlantsbryggjuni er opin, og almenningurin hevur høvi at síggja tað
fasta málningasavnið.
• Málningaframsýning á Sendistovu Føroya á Norðuratlantsbryggjuni. Talan er um
søluframsýning, har føroyskir málarar sýna fram. Hetta er seinasti dagur, framsýningin hevur
opið.

kl. 10:00 - 18:00


Húsið Norðuratlantsbryggjan hevur opið. M.a. er framsýning og søla av føroyskari framleiðslu
úr sølubúðini, umframt málningaframsýning við føroyska málaranum Anker Mortensen.

kl. 10:00 - 18:00


Framsýning í búðum umframt tónleikur á bryggjuni framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan

kl. 12:00 - 13:00


Skipstónleikararnir spæla blandaðan føroyskan tónleik umborð á einum av skipunum.

14:00 - 15:00
Sámal Ravnsfjall syngur og spælir m.a. føroyskan tónleik á bryggjuni framman fyri húsið
Norðuratlantsbryggjan.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So „ Tann, ið kemur fyrst...“

16:00 - 17:00
Havnar Harmonikufelag spælir harmonikutónleik umborð á einum av skipunum.

kl. 18:00 - 19:30


Skipstónleikararnir o.a. spæla blandaðan føroyskan tónleik umborð á einum av skipunum.

Umborð
kl. 14:00 - 19:00

BANKNORDIK
Opið skip. Almenningurin hevur møguleika fyri at koma umborð á skipini. Almenningurin
verður vístur runt og fær kunning um týdningin, ið skipaslagið hevur havt fyri menning av
føroyskum vinnulívi.
Sunnudagin hin 2. juni – DAGURIN HJÁ MERKINUM
Skipini eru stongd allan dagin

kl. 09:00
Føroyingar í Keypmannahavn savnast á bryggjuni framman fyri húsinum Norðuratlantsbryggjan.

kl. 10:30
Gingið verður í skrúðgongu av bryggjuni við Norðuratlantsbryggjuna til Regensen við
merkisberaranum Mouritz Mohr á odda.

kl. 11:15
Komið verður á Regensen. Húsakórið syngur. Poul Michelsen, verji, landsstýrismaður í
uttanríkis og vinnumálum, umframt Magnus Magnussen halda røðu. Onnur tiltøk verða eisini.

kl. 12:25
Gingið verður í skrúðgongu frá Regensen til Holmens Kirke við merkisberaranum Mouritz Mohr
á odda

kl. 13:15
Komið verður til Holmens Kirke. Húsakórið syngur í kirkjuni.

kl. 13:30
Flagguðstænasta v/ Hera Joensen og Borgny Brunings-Hansen.

kl. 14:30
Farið verður í bílagdum bussum til Fredensborg Slot.

kl. 15:30
Í skrúðgongu frá innkoyringini við Fredensborg Slot til Nordmandsdalen. Merkisberarin Mouritz
Mohr gongur á odda.

kl. 16:00
Komið verður til Nordmandsdalen. Vælkoma og kórsangur.

kl. 16:15
Flaggrøða v/ Jógvan Arge. Síðan felagssangur.

kl. 16:40
Felagssangur (Eyðun spælir fyri).

kl. 18:00

BANKNORDIK
Farið verður við bussi til Norðuratlantsbryggjuna.

kl. 19:00 -24:00


Hugnaløta á bryggjuni við húsið Norðuratlantsbryggjan umframt í húsinum. Tónleikur og føroyskur
dansur. Havnar Harmonikufelag o.o. luttaka.

Mánadagin hin 3. juni


Á bryggjuni
kl. 10:00 - 18:00
Húsið Norðuratlantsbryggjan er opið.

kl. 10:00 - 18:00


Framsýningar í búðum á bryggjuni við húsið Norðuratlantsbryggjan og í húsinum.

kl. 10:00 - 13:00


Nakrir 6. flokkar koma umborð á tey føroysku træskipini fyri at uppliva tað umhvørvið, sum teir
føroysku fiskimenninir livdu í, tá teir royndu við Ísland. Harumframt fáa næmingarnir undir
vitjanini grundleggjandi kunning um Føroyar.

kl. 15:00 - 15:30


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan.

kl. 17:00 - 18:30


Stanley Samuelsen syngur og spælir føroyskan og altjóða tónleik frammanfyri húsið
Norðuratlantsbryggjan.

Umborð
Skipini eru stongd.

Týsdagin hin 4. juni


Á bryggjuni
kl. 10:00 - 18:00
Húsið Norðuratlantsbryggjan er opið.

kl. 10:00 - 18:00


Framsýning í búðum á bryggjuni framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan og í húsinum.

kl. 15:00 - 16:00


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan.

kl. 16:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So „ Tann, ið kemur fyrst...“

BANKNORDIK
kl. 17:00 - 18:30
Stanley Samuelsen syngur og spælir føroyskan og altjóða tónleik frammanfyri húsið
Norðuratlantsbryggjan. Møguleiki er fyri at keypa fløgur eftr Stanley Samuelsen.

Umborð
kl. 15:00 - 21:00
Ymiskar móttøkur.

kl. 15:00 - 17:00


Móttøka fyri serliga innbodnum gestum umborð á Westward Ho.

kl. 18:00 - 20:00


Sigling á Oyrarsundi fyri serliga innbodnum gestum.

kl. 19:00 - 21:00


Serligt ungdómstiltak umborð á einum ella tveimum skipum.

Mikudagin hin 5. juni (grundlógardag)


Á bryggjuni
kl. 10:00 - 18:00
Húsið Norðuratlantsbryggjan er opið.

kl. 10:00 - 15:00


Framsýningar í búðum á bryggjuni framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan.

kl. 13:00 - 14:00


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir framman fyri húsið Norðuratlantsbryggjan.

Umborð
kl. 09:30 - 14:00
Sigling í Oyrarsundi. Familju- og barnatiltak fyri serliga innbodnum gestum.

kl. 16:00
Fráferð úr Keypmannahavn móti Ebeltoft.

BANKNORDIK
Ebeltoft
6. - 9. juni 2019

Hósdagin hin 6. juni


kl. 16:00
Komið verður til Fregathavnen. Skotkvøði verður av Bastionen, og Slupkórið tekur ímóti
skipafylginum við sangi.
Umboð fyri Syddjurs Kommune bjóða vælkomin. Til staðar á bryggjuni eru m.a. Fregattens
Venner og Marineforeningen.
Áðrenn komið verður, kemur snarbátur eftir einum stórum føroyskum flaggi, ið skal blaktra á
Bastionen, tá skipini stevna inn.

kl. 17:30 - 19:30


Opið skip. Almenningurin fær høvi at koma umborð á skipini til eina rundvísing fyri at síggja og
uppliva tey nær við og fáa eina frágreiðing um skipini.

Fríggjadagin hin 7. juni


kl. 10:00 - 14:00
Opið skip er fyri skúlum í Syddjurs Kommune umframt onnur tiltøk. Um nakrir flokkar ynskja
tað, kunnu nakrir av manningini framanundan vitja nakrar av flokkunum og greiða frá um
Føroyar og skipini.

kl. 10.00 - 11:00


Sámal Ravnsfjall og Stanley Samuelsen syngja og spæla føroyskan tónleik á stovnum í Ebeltoft.
Verður avtalað nærri við Syddjurs Kommune.

kl. 10:00 - 18:00


Framsýning og søla av føroyskum ullvørum hjá Hanne Sloth MODE, Adelgade 1, Ebeltoft.

kl. 10:00 - 18:00


Á parkeringsøkinum við bryggjuna, har skipini liggja, vera búðir við kunning um Føroyar sum
ferðamál umframt búðir við føroyskum vørum.

kl. 12:00 - 14:00


Sámal Ravnsfjall, føroyskur troubadurur, spælir á torginum í Ebeltoft.

kl. 14:00 - 18:00


Opið skip. Almenningurin fær høvi at koma umborð á skipini til eina rundvísing fyri at síggja tey
nær við. Greitt verður frá tí leikluti, sum sluppirnar høvdu í menningini av føroyskum vinnulívi.

kl. 14:00 - 15:00

BANKNORDIK
Glasmuseet. Føroyski listamálarin og glarlistamaðurin Tróndur Patursson verður í Glasmuseet.
Listamaðurin greiðir frá um lív sítt og tær mongu sjóferðir, ið hava givið honum íblástur til at
arbeiða við glasi.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So „Tann, ið kemur fyrst...“

kl. 15:00 - 16:00


Stanley Samuelsen syngur og spælir føroyskan tónleik á Lilleøen.

kl. 15:00 - 19:00


Føroysk málningaframsýning letur upp í “skipshøllini”, Vestervej, Ebeltoft. Talan er eina
søluframsýning, har viðurkendir føroyskir listamálarar sýna fram. T.d. Amariel Norðoy, Øssur
Mohr, Bárður Jákupsson, Silja Strøm og Anker Eli Petersen.

kl. 16:30 - 17:30


Sámal Ravnsfjall syngur og spælir á Lilleøen.

kl. 17:00 - 20::


Filmurin Barbara eftir Nils Malmros, ið byggir á skaldsøgu hjá føroyska rithøvundanum Jørgen
Frants Jacobsens við sama heiti, verður sýndur á Filmhøjskolen. Nils Malmros hevur eina
innleiðslu til filmin, har hann m.a. nertir við, hvussu tað var at taka upp filmin upp í Føroyum.

kl. 17:30
Móttøka umborð á Westward Ho fyri serliga innbodnum gestum.

kl. 18:00 - 22:00


Stockfleth Deli. Birgir Enni av Norðlýsinum er gestakokkur á matstovuni, har hann borðreiðir
við føroyskum rættum úr fyrsta floks føroyskari rávøru.

kl. 19:30
Stanley Samuelsen syngur og spælir á Lilleøen.

Leygardagin hin 8. juni


kl. 10:00 - 12:00
Opið skip. Almenningurin fær høvi at koma umborð á skipini. Almenningurin verður vístur runt
og fær kunning um tann týdning, skipini hava havt fyri menning av føroyska vinnulívinum.

kl. 10:00 - 19:00


Føroysk málningaframsýning letur upp í “skipshøllini”, Vestervej, Ebeltoft. Talan er eina
søluframsýning, har viðurkendir føroyskir listamálarar sýna fram. T.d. Amariel Norðoy, Øssur
Mohr, Bárður Jákupsson, Silja Strøm og Anker Eli Petersen.

kl. 13:00 - 17:00

BANKNORDIK
Sigling á Ebeltoft Vig fyri serligum innbodnum gestum við einum av skipunum.

kl. 13:00 - 18:00


Ymisk upplýsandi tiltøk á bryggjuni um Føroyar. Kunning um Føroyar sum ferðamál umframt
búðir við føroyskum vørum.

kl. 14:00 - 15:00


Anne Lie Stokbro heldur fyrilestur á Glasmuseet um føroyska list.

kl. 15:00
Møguleiki at smakka føroyska framleiðslu ókeypis, til onki er eftir. So „Tann, ið kemur fyrst...“

kl. 15:00 - 17:00


Stanley Samuelsen og Sámal Ravnsfjall skiftast um at syngja og spæla føroyskan tónleik á
Lilleøen.

kl. 20:00
Føroyskur dansur í nánd av skipunum.

Sunnudagin hin 9. juni


kl. 11:00
Guðstænasta fyri manningunum umborð á Fregatten Jylland. Øll eru vælkomin.

kl. 12:00 - 15:00


Opið skip. Almenningurin fær høvi at koma umborð á skipini og skoða tey nærri, eisini undir
dekki.

kl. 13:00 - 19:00


Føroysk málningaframsýning letur upp í “skipshøllini”, Vestervej, Ebeltoft. Talan er um
søluframsýning, har viðurkendir føroyskir listamálarar sýna fram. T.d. Amariel Norðoy, Øssur
Mohr, Bárður Jákupsson, Silja Strøm og Anker Eli Petersen.

Kl. 12:00 - 15:00


Ymisk kunnandi tiltøk um Føroyar í búðum á bryggjuni.

kl. 16:00
Stevnt verður móti Føroyum umvegis Lerwick í Hetlandi.

BANKNORDIK
Lerwick
13. – 14. juni 2019
Hósdagin hin 13. juni
kl. 10:00
Tey seks gomlu træskipini koma í havn í Lerwick.

kl. 11:00
Shetland Council tekur ímóti skipunum.

kl. 14:00 - 18:00


Opið skip. Almenningurin hevur atgongd til skipini, og manningarnar kunna um orsøkina til, at
vitjað verður í Hetlandi (flaggsøgan), eins og greitt verður frá søguni hjá teimum seks skipunum.
Ymiskar føroyskar vørur verða sýndar fram í búðum.

kl.15:30
Ókeypis brellbitar úr fyrsta floks føroyskum fiski. Avmarkað nøgd.

kl. 18:00
Móttøka hjá Shetland Council.

kl. 21:00
Føroyskur dansur umborð á einum av teimum føroysku skipunum.

Fríggjadagin hin 14. juni


kl. 10:00 - 11:30
Skúlaflokkar vitja skipini, og manningarnar greiða frá um Føroyar og okkara (Føroyar og Hetland)
felags norðurlendskar røtir.

kl. 13:00 - 14:30 PM


Skúlaflokkar vitja skipini, og manningarnar greiða frá um Føroyar og okkara (Føroyar og Hetland)
felags norðurlendskar røtum.

kl. 15:00 - 18:00


Opið skip. Almenningurin hevur atgongd til skipini, og manningarnar kunna um orsøkina til, at
vitjað verður í Hetlandi (flaggsøgan), eins og greitt verður frá søguni hjá teimum seks skipunum.
Ymiskar føroyskar vørur verða sýndar fram í búðum.

kl. 18:00 - 20:00


Móttøka fyri serliga innbodnum gestum umborð á Westward Ho.

kl. 20:30
Føroyskur dansur umborð á einum av teimum føroysku skipunum.

BANKNORDIK
kl. 22:00
Skipaflotin leggur frá landi við kós móti Føroyum.

Flaggregatta 2019
Fríggjadagin hin 21. juni
Regattasiglingin byrjar í ár á Toftum, har skipini leggja at um 19-tíðina. Við komu
skipar Nes Kommuna fyri móttøku av flotanum. Síðani verður opið skip, so
almenningurin hevur høvi at síggja skipini, eisini undir dekki. Fyri børnunum verður
eitt sjóranaratiltak umborð á skipunum, og á bryggjuni verða ymisk tiltøk, sum m.a.
Nes Kommuna stílar fyri.

Leygardagin hin 22. juni


Fyrrapartin verður siglt av Toftum á Tvøroyri, har skipini koma um 18-tíðina. Við
komu skipar Tvøroyrar Kommuna fyri móttøku av flotanum. Síðani verður opið skip,
so almenningurin hevur høvi at síggja skipini, eisini undir dekki. Fyri børnunum
verður eitt sjóranaratiltak umborð á skipunum, og á bryggjuni verða ymisk tiltøk, t.d.
dansur, sum m.a. Tvøroyrar Kommuna er við til at stíla fyri.

Sunnudagin hin 23. juni


Allar skipsmanningarnar fara fyrrapartin í bussi til Famjin, har bispur heldur
Merkisgudstænastu í Famjins Kirkju. Á hendan hátt endar Flaggsigling 2019 i
kirkjuni, har upprunaflaggið hongur, og sum á fyrsta sinni alment varð borið fram 2.
juni 1919 í Nordmandsdalen.

Flaggsigling 2019 er sostatt at enda komin, MERKIÐ til heiðurs.

Á bryggjuni kunnu tey vitjandi í teimum ymsu býunum síggja hetta:


Stórt kort yvir Norðuratlantshav, so vitjandi síggja, hvar Føroyar liggja.

Myndatalvur við stuttari kunning um ymisk føroysk viðurskifti. M.a. um „Merkið“, staðseting,
fólkatal, vinnulív, politiskt lív, heimastýrisskipanina.

Sjónvarpsskíggjar eru við básarnar. Vístir verða stuttfilmar/spots (einar 2-3 minuttir), ið vísa
ymiskar síður av tí føroyska samfelagnum. T.d. um høvuðsstaðin Tórshavn https://youtu.be/
NEwpTASQxhs

Í búðum eru framsýningar av ymiskum vørum umframt kunning um Føroyar sum ferðaland.
Luttakandi fyritøkur og felagsskapir eru m.a. Sprotin, Forlaget Torgard, Bókadeild Føroya
Lærarafelags, Tutl, Atlantic Airways, Visit Faroe Islands og Faroe Ship.

BANKNORDIK
STARVSBÓLKUR:
JENS MARIUS POULSEN (SAMSKIPARI), HANS ELI HANSEN, KÁRI MILLUM
GARÐARNAR, JÓANNES EIDESGAARD, RODMUNDUR NIELSEN, GUDMUNDUR
JACOBSEN, BIRGIR ENNI, HANS PETUR Í BREKKUNUM OG CLAUS REISTRUP.

VERJI:
POUL MICHELSEN, LANDSSTÝRISMAÐUR Í UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLUM.

HØVUÐSSTUÐUL:
BANKNORDIK

STØRRI STUÐLAR:
FAROE SHIP * KLAKSVÍKAR KOMMUNA * TÓRSHAVNAR KOMMUNA
* UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ * MENTAMÁLARÁÐIÐ * BORG
* HIDDENFJORD * ATLANTIC AIRWAYS * NES KOMMUNA *
TVØROYRAR KOMMUNA

AÐRIR STUÐLAR:
FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG * ANTARES * DANSK-
FÆRØSK KULTURFOND * EFFO * MASKINMEISTARAFELAGIÐ * MEST *
SANDAVÁGS TIMBURHANDIL * VÁGA FLOGHAVN * FØROYA PRENT *
BYGMA BALSLEV * CHRISTIAN Í GRÓTINUM * J.F. KJØLBRO
HEILSØLA * POUL MICHELSEN HEILSØLA * HVALBIAR KOMMUNA

DK - STUÐLAR Á BRYGGJU
SYDDJURS KOMMUNA

BANKNORDIK

You might also like