You are on page 1of 2

MYND JØRGEN LISSNER

Har onkur hevur flutt


møblar, hevur tað víst seg, at
eiturkoppurin er fluttur við
Nýggjur

EITURKOPPUR
trívist bert innandura
Hóast trøllaeiturkoppurin bert er skrásettur í størstu oyggjunum,
finst hann helst allastaðni í landinum. Talan er um nýggjan
eiturkopp her á landi, ið ikki klárar seg uttandura, men bert trívist
og livir inni hjá fólki.

Trøllaeiturkoppur stavar upprunaliga frá Suður- og Fleiri dømi eru um, at har onkur hevur flutt
Miðeuropa, og hann hevur serliga tey seinastu 20 møblar, hevur tað víst seg, at eiturkoppurin er
árini spjatt seg um meginpartin av heiminum. fluttur við í nýggja bústaðin.

Er helst í øllum oyggjum Líkist torvatrølli


Her í Norðanlondum er hann tætt knýttur at Trøllaeiturkoppurin, sum á latíni nevnist Pholcus
Jens-Kjeld Jensen menniskjum og teirra upphitaðu húsum, har hann phalangioides, hevur sera long og kløn bein og líkist
jkjensen@olivant.fo heldur til frá ovastu hædd og niður í kjallaran. tí nógv einum torvatrølli. Kroppurin er 8-10 mm
Hann kann ikki liva uttandura í Føroyum. til longdar og er týðiliga deildur í ein framkropp og
Trøllaeiturkoppur var staðfestur í Sandvík, ein avlangan afturkropp.
FRØÐI 2/2009

Tórshavn og Klaksvík longu í umleið 1990, og hóast Munurin á eiturkoppi og torvatrølli sæst millum
hann enn bert er skrásettur í størstu oyggjunum annað á, at kroppurin á eiturkoppinum er deildur
í Føroyum, finst hann allarhelst allastaðni í í tvey, meðan kroppurin á torvatrølli er í einum.
landinum.
26

NÝGGJUR EITURKOPPUR TRÍVIST BERT INNANDURA


MYND JENS-KJELD JENSEN

MYND JENS-KJELD JENSEN


Trøllaeiturkoppurin fer
í lokkanetið hjá øðrum
eiturkoppum og etur teir

Her sæst trøllaeiturkoppurin bera Trøllaeiturkoppurin,


eggjakúluna í munninum. sum vit oftast síggja
hann, hangandi í einum
gomlum lokkaneti uppi
undir loftinum. Mynd:
Torvatrøllið hevur heldur ikki giftkrókar, og kann eitt ávaringartól, ið sigur frá, tá onkur góður biti er
Jens-Kjeld Jensen
heldur ikki spinna nakað lokkanet. í nánd.
Kvenn-trøllaeiturkoppar kunnu liva til teir eru Trøllaeiturkoppur fer regluliga á ránsveiðu! Tá
umleið 3 ára gamlir, meðan kalldýrið bert gerst fer hann í lokkanetið hjá øðrum eiturkoppum og
umleið 1 ár. Honin verpur 4-5 ferðir í lívinum, ger innrás til tess at fáa hendur á eigarmanninum,
eini 20 egg hvørja ferð. Hon spinnur nakrar fínar sum so verður etin. Hóast trøllaeiturkoppinum best
silkitræðrir og vevur teir rundan um eggini, og síðani líkar at eta aðrar eiturkoppar, so etur hann eisini
ber hon kúluna við eggum, hangandi úr munninum. flogkykt.
Alt eftir hitanum klekjast eiturkoppaungarnir eftir Hóast trøllaeiturkoppur má sigast at vera
3-4 vikur. Teir eru saman við mammuni, til teir hava óskaðiligur, er tað ikki so hugaligt at hava hansara
skift ham fyrstu ferð. lokkanet undir hvørjum lofti um øll húsini.
Trøllaeiturkoppur kann lívbjarga sær uttan mat
Etur aðrar eiturkoppar og vætu í minsta lagi í seks mánaðir.
Trøllaeiturkoppurin spinnur eitt lokkanet uppi
undir loftinum. Netið hevur ongar límtræðrir,
tvs. træðrir, har flugur og onnur smákykt vanliga Torvatrøll hevur ikki giftkrókar og kann
hanga føst í. Í staðin virkar lokkanetið meira sum heldur ikki spinna nakað lokkanet
MYND HANS ELI SIVERTSEN

MYND JENS-KJELD JENSEN

FRØÐI 2/2009

Eitt torvatrøll á eini blómu vinstrumegin og ein trøllaeiturkoppur høgrumegin. Kroppurin á torvatrøllinum er í einum,
meðan kroppurin á trøllaeiturkoppinum er tvídeildur.
27

NÝGGJUR EITURKOPPUR TRÍVIST BERT INNANDURA

You might also like