You are on page 1of 3

1

Brestis kvæði

1. Árla var um morgunin, 11. Løgdu teir at oynni inn,


sólin roðar í hav, bátin upp teir drógu,
Beinir gekk í skálan inn, gingu so í bergið fram,
sum Brestir sterki svav. sum brattar rásir lógu.
Troðum lættliga dansin! 12. Fótafimir og klófastir,
Dagurin skín so fagurliga, óttaðust ei nakað,
komið er hægst á summarið. lupu lætt um leysar upsir
styggan seyð at taka.
2. “Statt upp Brestir, bróðir mín!
sól í skorar gyllir, 13. Fimm hundrað av áseyði
eingin blæsur vindur á vág, Lítla Dímun bar,
og sjógvurin er stillur. svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var.
3. Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga, 14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,
aldri fæst ein betri dagur vártreyst út av lagi.
bjargaseyð at fanga.” So er sagt, at hvalbingar,
teir tóku av alt slagið.
4. Tóku bond og bjargalínur,
gyrdu svørð við belti, 15. Tykir mær tað harmiligt
gingu so til strandar oman, at fara so um fæ;
dreingir tveir teir eltu. fyrnsta seyð, í Føroyum var,
meg lysti enn at sæð.
5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,
16. Fullvæl dugdu høvdingarnir
vetrar var hann níggju:
vargaseyð at veiða,
“Eg skal út á Lítlu Dímun
gingu so at báti oman,
hin villa veðr at síggja.”
fongin við sær leiða.
6. Svaraði Tórir Beinisson,
17. Hildu fram at Stóru Dímun,
á tólvta ári var:
vildu vinna heim,
“Faðir, fert tú á Dímun út,
síggja trinnar miklar skútur
lat meg fylgja tær!”
sigla móti teim.
7. “Hvat skulu tit á Dímun gera, 18. Albrynjaðar tríggjar tylvtir
har eru stíggir trongir, taldu teir á førum;
langir eru teir loftskútar, glitra spjót og gyltir hjálmar,
og lágir eru tit dreingir.” sólin skein á svørðum.
8. Svaraði Sigmundur Brestisson, 19. Brestir mælir orðum hátt,
snimma vaks hans hugur: gott var í honum evni:
“Hann, ið alist við øsku inni, “Fullvæl kenni eg seglini
lítið í leikum dugir!” og gylta drekastevnið.
9. “Satt hann sigur, sonur mín,” 20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
Brestir tók til orða, hvat ráð skulu vit taka?
“eingin skal hjá ungum alva Hasir eru garpar teir,
bragdarhugin forða.” ið okkum ætla at saka.”
10. Tóku bát úr tøttum neysti, 21. Fyrstur siglir Havgrímur,
rangt var teimum sjógvað, og síðan Gøtutróndur;
dreingir settust á rengur niður áðrenn økt at enda er,
og høvdingar at rógva. elvist leikur óndur.
2

22. Fyrstur siglir Havgrímur, 33. Tú skalt taka suðursíðu,


og síðstur siglir Bjarni; høgt er har at herja;
áðrenn sól í havið setir, eg skal standa norðanvið,
blóðgast okkurt jarnið. har verri er at verja.”

23. Skjótt so ber teir sjóvarfallið, 34. Havgrímur og Bjarni bóndi


lagnan gerst so skeiv, fram mót hamri fara,
náddu vit at Rakhellu Tróndur við sínum fylgisveinum
og komu upp í Kleiv. reikar runt í tara.

24. Komu vit í stíggin upp, 35. Roynast vildu reystir dreingir,
vit kundu hann væl verja, skjótt teir atsókn veita,
høgdu niður hetjur tær, brøður høgga fast og hvast,
ið tordu á at herja. teir renna flógvan sveita.

25. Svaraði hartil Beinir sterki, 36. Brøður kundu brandar beita,
í royndum var hann góður: kendu væl til leikir;
“Vit skulu halda at oynni inn, reyðir gjørdust brynjuringar,
og taka ein harðan róður. kjálkar gjørdust bleikir.

26. Haldum fram mót næsta nesi! 37. Eldur reyk úr eggjateinum,
Kunnu vit landi ná, stál mót stáli smellir,
ikki skulu teir rósa av, fimm so fullu kroppar niður,
teir lættan sigur fá!” heilin støkk um hellur.

27. Hildu teir mót oynni inn, 38. Beinir tveir til heljar hjó,
herskip aftaná; og tríggjar Brestir sterki;
sóust rógva kappar tveir, ota undan allir aðrir,
so hvíta mjøll dreiv frá. gleðast ei við verkið.

28. Armar orna, andlit rodna, 39. Reiður var tá Havgrímur,


spennast sterkar spengur; hann sær mót Tróndi vendir:
árar bogna, homlur togna, “Hví manst tú sum fjøruseyður
skúmið dreiv um rengur. reika runt um strendur!

29. Rokið stóð um æsing inn 40. Til tess gav eg tær ognir mínar,
sum vestanveður hvast, tú skuldi í víggið ganga;
rendu so at fjørusteini, hví letur tú og alt títt lið
at barkabandið brast. svørð í slíðrum hanga?”

30. Sigmundur og Tórir ungi 41. Vitugur var Gøtu Tróndur,


vóru ikki seinir, ikki treyt honum svar:
lupu teir á landið upp, “Mikið vilt tú manntal hava
Brestir og so Beinir. til skotbjálva hjá tær.

31. Hildu teir at hellu fram, 42. Kappa manst tú kalla teg,
sum hamarsklettur var, dólgur ert tú av sonnum,
lyftu upp so dreingirnar kanst tú ikki við tógva tylvtum
og settu niður har. vinna á tveimum monnum!

32. “Hoyr tú Beinir, bróðir mín! 43. Heysta manst tú harm og háð,
her skal stríðið standa, tað spyrst um leið so langa,
onkur skal til heljar fara, liðið leyp á tógva menn
áðrenn vit hava andað! og mátti aftur ganga.
3

44. Vilt tú millum manna metast, 52. Ei man vera hildarleikur


og bilar tær ei hugur, lokin enn at enda,
fyrstur gakk á klettin upp, taka skulum vær dreingirnar
og vís so, hvat tú dugir!” og sama veg teir senda!”

45. Argur gjørdist Havgrímur, 53. Sveinur svørð úr slíðrum dregur;


ilskan vaks um mótið, Bjarni fram sær skundar:
rendi hann mót Bresti upp “Tykir mær so vont eitt verk
og legði til við spjóti. at drepa børn sum hundar.
54. Njóta skulu dreingirnir
46. Spjótið gleið í miðju inn,
grið ímillum manna.”
stál í indrum lendi;
Mongum líkar Bjarna orð,
Brestir gjørdi eitt avreksbragd,
men Tróndur mælir annað.
hann banasár sær kendi.
55. “Vísur maður er fyrivarin;
47. Trýsti hann seg á stungu fram, høggið tit dreingirnar niður!
blóð úr beni oysti, Vaksa teir upp til valamenn,
høgdi so til Havgrím sterka, so býðst okkum eingin friður.”
øksl og arm hann loysti.
56. Ilskur gjørdist Bjarni tá:
48. Deyður dettir Havgrímur, “Verði tú vargur í vé!
og Brestir omaná. Ikki skulu tit dreingirnar drepa
Beinir berjist menniliga, heldur enn sjálvan meg!”
tó hann falla má.
57. “Ikki var hatta vilji mín,”
49. Tóri runnu tár á kinn, Tróndur orðum vendir,
harðnar Sigmunds sinni: “bara vildi eg royndir freista,
“Grátum ikki frændi mín, hvørt tykkara hugur stendur.
vær goymum væl í minni!”
58. Bjóða skal eg teim kostir teir,
ið væl mugu eitast góðir,
50. Tróndur trínur á válin fram,
sjálvur vil eg teir fostra upp
væl kundi hann orðum greiða:
og læra teir siðir og lógir.
“Ikki vinnst á hvørjum vetri
í Valhøll betri veiða. 59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir,
skaldamál og søgu.”
51. Hoyrast mugu hetjur hesar Øllum teim á válinum stóðu
hart um Bifrøst fara; líktu nú Tróndar røðu.
doyggja má hvør menskur maður,
tó ein mannsins æra. 60. Heiðurliga teir høvdingarnar
jarða undir fløtu.
Tróndur tók so dreingirnar
og førdi norð’ í Gøtu.

You might also like